Tíðindaskriv: Pál danskur meistari og norðurlendskt met

Tíðindaskriv frá SSF

Pál Joensen kláraði sum væntað at gerast danskur meistari í 800 frí í dag, eftir at Mads Glæsner hevði valt at spara seg fyri kapping á hesum teini. Og hartil setti Pál norðurlendskt met við nærum 2 sekundum, við at svimja 7:54.40, har metið hjá Mads Glæsner frá kapping í Ballerup í februar var 7:56.21.

Mona Simonsen royndi í 1500 frí eftir føroysku kravtíðina til heimsmeistarastevnuna í Rom í summar, sum er 17:32.36 í 50 metra hyli, men rakk tíverri ikki hesum máli hesuferð, hóast hon við tíðina 17:57.61 setti flott føroyskt met, og gjørdist fyrsta føroyska kvinna undir 18 minuttir.

Elspa Mørkøre hevði í 4×100 blandað ein síðsta kjans at klára donsku HM kravtíðina í 100 rygg, sum er 1:01.86, men kláraði tað tíverri heldur ikki hesuferð. Tíðin 1:02.90 var eitt lítið vet verri enn teir 1:02.74 hjá henni frá einstaklingafinaluni í 100 rygg, og Elspa kemur sostatt ikki at luttaka fyri Danmark á heimsmeistarastevnuna í summar.

Fylgið annars við á www.fsvim.com, www.susvim.com og www.svimjing.com, har vit m.a. nú skulu til at taka samanum, hvussu nógv heiðursmerki føroyingarnir vunnu, hvørjari kravtíðir tey kláraðu, og hvussu nógv føroysk met tey settu.

Danish Open er nú av á hesum sinni; men longu næsta vikuskifti verður avgerandi oyggjaleikaúttøkustevna í Tórshavn, samstundis sum Pál Joensen skal luttaka fyri Aalborg Svømmeklub á donsku meistarastevnuna fyri lið. Vit takka fyri hesuferð, og hoyrast aftur um nakrar dagar 🙂

Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
tlf 219754

Ger viðmerking