Amerikanska svimjisambandið ávarar ímóti ‘doping-draktum’

Hetta ljóðar sum tað reina science fiction, men amerikanarar siga at ‘doping-draktin’ er heilt nær, sum fer at kunna samstarva við nervaskipanina og heilanum hjá svimjararnum, so at hesin til dømis ikki følir pínu longur. Talan er um draktir sum dekka allan kroppin, frá øklum og út á handliðirnar, og amerikanska svimjisambandið vil tí hava altjóða svimjisambandið FINA til fullkomiliga at seta forboð fyri heildraktum, tí at tað sambært teimum verður ómøguligt at prógva at tað veruliga er so, at draktin dopar.

Amerikanarar skjóta upp at FINA skal loyva einans draktum við akslastroppum og beinum sum enda omanfyri knæið, og at einhvør drakt skal vera tøk hjá øllum minst 12 mánaðar áðrenn OL. Har skal eisini vera bann ímóti at brúka meira enn eina drakt í einhvørjari kapping, altso so at skilja at tú kanst hava fleiri draktir við til stevnur, men bara kappast í einari drakt í senn.

Doping-draktin fer at rigga á tann hátt, at hon broytir nervaboðini sum fara til heilan, forsterkar summi og kemur við uppskotum til onnur. Hon verður ikki brúkt í ítrótti sum er, men finst tó longu í krígsførslu, í læknavísing og í sambandi við rúmdarferðum. “It’s not science fiction. It exists”, skrivar Craig Lord her í SwimNews.

Um verandi draktir skrivar hann eisini, at tær longu stíva svimjarum so væl um miðjuna, at tey í draktunum fáa evni sum tey annars bara høvd fingið við mánaðarlanga venjing av búk- og rygg-vøddum. Ein týskur venjari verður endurgivin fyri at hava sagt í sambandi við World Cup í Berlin, at ein genta svam í blandað har sum tú aldrig hevði gitt var svimjari á heimsstøði. Tað var draktin sum kroysti hana í rætta skap, og svimjarar siga opinbart ‘I can cut out the whole core training phase because I can just put the suit on and it will hold me in the right place’.

Men sum sagt, tað er bara byrjanin. Klæðir fara eftir øllum at døma skjott at kunna lekja sjúk og fjerna pínu. Og verandi reglugerð hjá FINA fer eftir øllum at døma ikki at kunna forbjóða slíkum draktum, av tí hon sambært Lord bara fokuserar uppá um draktirnar eru tøkar hjá øllum. Amerikanarar vilja tí hava uppí reglugerðina, at “no swimmer shall be permitted to use or wear any device or swimsuit that may aid his speed, buoyancy or endurance…”

Sum tit kanska longu hava frætt til dømis frá SwimInfo, so fer altjóða svimjisambandið FINA at umrøða reglugerðina viðvíkjandi svimjidraktir í februar 2009. Eg skrivaði vist nokk einki um tað tá, tí at summi longu halda at hetzin longu er nóg ógvuslig inn á hesar draktirnar. Men um teir fara at spæla við nørdaslig ting sum nervaskipanin og heilan eisini, so kunnu tit verða vís í at bróður og eg koma at vera á bananum 🙂

Les SwimNews

One thought on “Amerikanska svimjisambandið ávarar ímóti ‘doping-draktum’”

  1. Her er uppskotið til hvussu amerikanska svimjisambandið USA Swimming heldur at FINA skal orða grein 5. Ískoyti eru skrivað við feitum stavum, og onkur verandi orðing er strikað út:

    GR 5 SWIMWEAR

    GR 5.3 USA Fed. In swimming competitions the competitor must wear only one swimsuit in one or two pieces which shall not extend beyond the ankles, the wrists and the neck cover the neck, extend past the shoulder, nor past the knee. No additional items, like arm bands or leg bands shall be regarded as parts of a swimsuit.

    GR 5.6 USA Fed. The manufacturers must ensure that the approved new swimsuit will be available for all competitors for 12 months prior to the Olympic Games.

    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/19679.asp?q=USA%20Swimming%20Proposes%20Legislation%20Restricting%20Suit%20Technology,%20President%20Jim%20Wood%20Responds

Ger viðmerking