Phelps er nú offisielt størsti svimjari nakrantíð

Amerikanska stafettin vann gull og setti heimsmet í 4×100 blandað við tíðini 3:29.34, har heimsmetið hjá teimum frá Athen 2004 var 3:30.68, og harvið vann Michael Phelps sítt áttanda gull á somu olympisku leikum, sum er éitt gullheiðursmerki meira enn Mark Spitz í München 1972. Avstralska kvinnustafettin í 4×100 blandað setti eisini heimsmet við tíðini 3:52.69, har heimsmetið hjá teimum frá HM í fjør var 3:55.74.

One thought on “Phelps er nú offisielt størsti svimjari nakrantíð”

  1. Við serliga Mark Spitz fingu vit s-takið, sum er hetta at hondin ikki bara skal dragast gjøgnum vatnið sum hjóldamparabløð, men flytast eitt sindur síðuverts eisini gjøgnum vatnið.

    Men nú vit síggja Phelps, so er tað ferð eftir ferð týðiligt at hann vinnur vegna betri undirvatnssvimjing út í frá vending, serliga móti endanum av kappingini. So folkens… nú er at drepa seg undir vatni 🙂

Ger viðmerking