Avstralska úttøkan til Olympisku Leikir byrjaði við einum braki í morgun, tá ið fyrst Stephanie Rice tók langbana heimsmetið í 400 blandað frá amerikansku Katie Hoff (4:31.46, gamla metið var 4:32.89), og unga Emily Seebohm síðani gjørdist fyrsta kvinna undir 28 sekund í 50 rygg (27.95, amerikanska Hayley McGregory átti 'gamla' metið á 28.00).
Her er metið hjá Seebohm og samrøða við gentuna aftaná
og her er metið hjá Rice
Grant Hackett vísti (endiliga) eisini stórform, tá ið hann í 400 frí svam 3:43.15 har hansara besta tíð er 3:42.51. Hetta er so besta tíð í ár, við amerikanska Erik Vendt sum nummar tvey við 3:44.56. Lesið her á SwimNews.
Viðmerkingar
Seebohm er 15 ár
Og harvið yngsti svimjari nakrantíð sum hevur haft heimsmet á 50 metra teininum. Lesið her á SwimNews.
Video við Seebohm
Nú er metið hjá henni gott nokk longu tikið av Sophie Edington, men stuttligt allíkavæl at síggja so hesa video. Avstralar gera virkuliga nakað burtur úr sínum úttøkustevnum
http://www.youtube.com/watch?v=sEjfUwtyRzs
(hetta er sama video sum eg nú havi sett inn í tíðindunum her omanfyri)
Betring á 6 sekund
Stephanie Rice hevði bestu tíð á 4:37, áðrenn hon her setti heimsmet við 4:31. Trúði ikki sínum egnu eygum tá ið hon sá tíðina.
http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/17566.asp
Her stendur enn meira áhugavert um hana. Til tey sum leggja nakað í sovorðið, so ganga hon og Eamon Sullivan saman.
http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=5936