2 heimsmet í Avstraliu í dag

Avstralska úttøkan til Olympisku Leikir byrjaði við einum braki í morgun, tá ið fyrst Stephanie Rice tók langbana heimsmetið í 400 blandað frá amerikansku Katie Hoff (4:31.46, gamla metið var 4:32.89), og unga Emily Seebohm síðani gjørdist fyrsta kvinna undir 28 sekund í 50 rygg (27.95, amerikanska Hayley McGregory átti ‘gamla’ metið á 28.00).

Her er metið hjá Seebohm og samrøða við gentuna aftaná

og her er metið hjá Rice

Grant Hackett vísti (endiliga) eisini stórform, tá ið hann í 400 frí svam 3:43.15 har hansara besta tíð er 3:42.51. Hetta er so besta tíð í ár, við amerikanska Erik Vendt sum nummar tvey við 3:44.56. Lesið her á SwimNews.

3 thoughts on “2 heimsmet í Avstraliu í dag”

Ger viðmerking