Berlin 2007: 4 heimsmet, 7 evropeisk, og annað

Jón, vit skuldu verið farnir! SwimNews dregur her saman um World Cup í Berlin, og sigur at hendan stevnan burdi verið finalan í World Cup skránni, so væl sum týskarar arrangera og fáa í lag skjóta svimjing. Hartil hevur hann (Craig Lord) eina áhugaverda átalu av stigatalvuni hjá FINA, har hann spyr hví 0,42 sekund av heimsmetinum í 100 frí telja minni enn 0,01 sekund í 50 frí.

2 thoughts on “Berlin 2007: 4 heimsmet, 7 evropeisk, og annað”

  1. Ja tað var næstan vantandi at nøkur met vóru sett, so sum svimjingin var upp til Berlin partin. Og hylurin í Berlin hevur eisini eitt umdømi sum gjørdi at Nystrand hevði nervar til at siga: ” Eg geri tað” 2 vikur áðrenn kappingina.

    Eg haldi nú at ein VW Golf motiverar eitt sindur eyðka, ella hvat? 🙂 Fær Nystrand so 2 bilar heim við ?

    Men Rókur, tað er altíð næsta ár ?  🙂 Og hvør veit, kanska hava okur ein svimjara við hehe

  2. Eg fekk autografin frá Nystrand og Schoeman í Melbourne. Tá vóru longu søgur sum gingu runt, sum søgdu at Stefan fór at avloysa Roland á Super Sprint Trúnuni. Og eg helt tað verða stuttligt um eg nú fekk teir báðar at skriva autografin á mítt HM-Pass. Pál prátaði við Roland, sum tók sær tíð til øll, koyrdi í bussi við okkum, og var bara ein super fittur og sympatiskur persónur, sum ikki dyrkaði seg sjálvan sum td. Gary Hall Jr.  🙂

    OL sær nú sera spennandi út við svenskum eygum 🙂 Og vónandi kemur Roland aftur í stórform til OL.

Ger viðmerking