Libby Lenton sett heimsmet í 100 frí, ella hevur hon ?

Avstralska Libby Lenton hevur sum fyrsta kvinna svomið undir 53 sekund í 100 frí á langbana, nú eftir HM, tá ið hon luttók í kappingini ‘Duel in the Pool’ millum USA og Avstralia. Nú er spurningurin bara um heimsmetið verður góðkent, við tað at hon svam ímóti Michael Phelps. Tíðin varð 52.99.

FINA-reglurnar siga at svimjarar mugu ikki fáa hjálp til at seta røttu ferð, við til dømis at síggja ella hoyra millumtíðir, fáa tekn frá venjaranum, ella fáa hjálp frá øðrum svimjarum. Hetta hevur til nýliga verður tulkað sum at konufólk ikki kunnu seta met í kapping móti mannfólki, av tí at mannfólk jú yvirhøvur svimja skjótari enn konufólk, og tað tí er rímiliga lætt at finna ein sum kann svimja akkurát nóg skjótt til at hjálpa kvinnuni at svimja við met-ferð.

Men hesar reglur eru eftir øllum at døma broyttar ella í ferð við at verða broyttar. Talsmaður David Lyall hjá Swimming Avstralia sigur at tey hava verið í samband við FINA, og at tey eru optimistisk um at metið verður góðkent. Meðan onkur onnur kelda í FINA hevur sagt at umstøðurnar mugu kannast fyrst.

Í tíðindunum her á SwimNews verður so ein heilt annar spurningur settur afturat, um hvussu vítt avstraliarar fara at verða líka kritiskir inn á seg sjálvar nú, sum tá ið týska Britta Steffen í fjør setti verandi met í somu grein. Tá ivaðust týskir fjølmiðlar og avstraliarar nevniliga í um Steffen var ‘rein’, síðani hon kundi svimja so skjótt. Men nú svimur Lenton knappliga nógv skjótari, samstundis sum hon um nøkur sær ógvuliga maskulin út.

Lesið upprunatíðindini her á SwimNews

9 thoughts on “Libby Lenton sett heimsmet í 100 frí, ella hevur hon ?”

  1. Eg haldi ikki at tad skal vera met, okur sodu kappingina, og Lenton la leingi a storari aldu fra Phelps sum drog hana fram. Haldi ikki sjolvur at Lenton er so maskulin ella muskulos, hon saer ikki so otruliga stor ut vid siduna av Juttu, og okur vita hvussu Jutta saer ut. Lenton er nakad sum Shaila, men hevur altso dynamit i sinum voddum 🙂 Til HM voru nogvar gentur storri enn Lenton, munurin er venjing, teknikkur og so at ein bara dugir at kappast a hogum stodi!

    Vh. Jon B.

    Singapore

    1. Ja hatta við at hon var so maskulin skrivaði eg mest tí at tað stóð í upprunagreinini

      “if Steffen is suspicious, then why does the same not apply to an Australian whose musculature came under widespread scrutiny and into the realm of media debate Down Under last December”.

      Vit sum fáast við svimjing vita, at tað oftast ikki er ein spurningur um at genturnar eru ov maskulinar, men heldur at dreingirnir eru femininir 😉

      Annars hevur hasin greinaskrivarin ordiliga fingið kjakið í gongd, um hendan spurningin: “Within two hours of this post, I had received mails from six very angry Aussies and 32 from Europeans saying Bravo for redressing the balance. Take that as you will”

      1. hehe, Tú er 6-8cm størri enn Lenton, bert tad. Ok hon er størri um armar og akslar, men hon skal ikki svimja longur enn 100m við teimun. Okur sóðu hana svimja 200m har hon, um eg minnist rætt, ikki var skjót nok til at náa finaluna 🙂 Eg haldi at hon vinnur teg við ca. 10sek á 100m, og eisini 10 sek á 200m, get the point ? 🙂

        Drív nú á i det vestjydske.

  2. FINA hevur ikki tikið endaligu avgerðina enn, men keldur nær FINA siga at tey mest sannlíkt vraka metið hjá Libby Lenton, sambært tíðindum her á SwimNews.com. Hon svam gott nokk fyrst í stafettini og gav dopingroynd aftaná, men har eru tó tríggjar aðrar umstøður sum tala í móti:

    1. FINA kann meta at Phelps sum maður hjálpti henni við at náa eina annars ‘ómøguliga’ ferð (sum er ólógligt)
    2. FINA krevur at ein fráboðan um heimsmetroynd skal gevast áðrenn royndina (tað varð ikki gjørt)
    3. Eingin FINA-regla finst um mix-stafettir, og tí er spurningurin um kappingin yvirhøvur finst

    SwimNews nevnir at triðja reglan longu hevur forðað fleiri heimsmetum hjá amerikanum. Evropearar kunnu seta heimsmet í 4×50 frí og blandað, men amerikansk college-lesandi ikki, av tí at tann (amerikanska) kappingin av onkrari orsøk ‘ikki finst’. Altso tey svimja hana, men FINA góðtekur tað ikki sum offisell kapping. Veit ikki ordiliga hvat SwimNews meinar við her, men tað gevur til dømis meining um tann evropeiska er rein t.d. ‘4×50 frí hjá monnum’, meðan tann amerikanska kanska er ‘4×50 frí mix’.

    Tey nevna víðari um punkt 1, at FINA væl kann meta at kappingar við bæði monnum og kvinnum í senn eru ólógligt pace hjá kvinnunum. Hetta er rættiliga áhugavert, haldi eg, tí tað er ikki meira enn ein mánaður síðani at ein yvirdómari fortaldi mær at hetta nú var lógligt, at menn og kvinnur svimja í senn. Eg helt annars at tað altíð hevði verið, og enn er, ólógligt. Livst so spyrst.

    1. Sambært tíðindunum her á SwimNews, so umhugsar avstralska svimjisambandið at góðkenna tey 52.99 hjá Libby Lenton í 100 frí (langbana) sum avstralskt met, hóast FINA hevur vrakað tað sum heimsmet. Men tað er sjálvsagt ógvuliga kontroversielt, við tað at man til dømis tá kann spyrja um tað so verður góðkend tilmeldingartíð til altjóða FINA kappingar.

      Sponsorurin Fujitsu er tó ikki í iva: Lenton svam skjótari enn heimsmetið, og tey vilja tí gleðiliga gjalda teir 20.000 avstralsku dollararnar í virðisløn, sum teir høvdu lovað teimum sum settu heimsmet.

      1. Ups, hóast Fujitsu sum sagt hevur lovað, at tey vilja gjalda Lenton teir 20.000 avstralsku dollararnar (umleið 90.000 DKK) afturfyri ‘metið’ tó so at FINA ikki góðtekur tað, so fær Lenton ikki pengarnar.

        Trupulleikin er nevniliga, at allir hesir sponsorpengar fara umvegis Swimming Australia (svimjisambandið?)… og at tey longu hava brúkt pengarnar. Ljóðar sum ein lygn? So lesið her á SwimNews og her á SwimmingWorldMagazine.

  3. Libby Lenton hevur biðið ein sakførara um at fáa metið góðkent.

    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/14711.asp

    Las onkra aðra staðni at tað nokk ikki fór at ganga, tí at FINA og ítróttur sum so ikki hevur nakað við vanliga løgfrøðingapraksis at gera… ítrótturin ger sínar egnu reglur, og ‘ordiligir’ sakførarar kunnu tí ikki krevja serliga nógv uttan so at man brýtur ‘veruligar’ lógir.

    Men vit fáa at síggja.

Ger viðmerking