HS vann HS-stevnuna

Svimjistevna var í Havn í vikuskiftinum, har svimjarar úr bólki í 3 og eldri kappaðust á øllum teinum upp til 1500 metrar. Úrslitið varð at HS greitt vann kappingina um flestu heiðursmerki, við FS á øðrum plássi og Ægir á triðja. Tað skal tó nevnast at suðuroyarfeløgini vóru skerd, av tí at tríggir teir bestu svimjararnir har suðuri vóru farnir til HM í Avstraliu.

Heiðursmerkjabýtið millum feløgini varð:

Felag Gull Silvur Bronsa
HS 37 22 14
FS 19 10 6
Ægir 18 16 9
FLOT 14 7 12
TS 9 7 2
VS 6 6  
Reki  3 7 7
Tilsamans 106 75 50

Og millum svimjarar:

Svimjari Felag Gull Silvur Bronsa
Kári J. á Høvdanum FS 6 2 1
Elspa Mørkøre FS 6    
Sofus Bech VS 5 4  
Magnus Jákupsson HS 5    
Høgni Miné-Rasmussen HS 5    
Susan Reinhardt Ægir 4 4  
Beinir E. Danielsen FLOT 4 1  
Shaila millum Garðarnar TS 4    
Bjørg Seloy HS 4    
Monika Biskupstøð Ægir 3 3 1
Gunnrið Dam Ægir 3 2 2
Lisbeth L. Joensen HS 3 1  
Helena G. Jacobsen HS 3 1  
Bjarni M. Petersen Ægir 3 1  
Astrid Foldarskarð FLOT 3 1  
Andrass Thomsen HS 3 1  
Pauli Ø. Mohr FS 3   2
Jákup Klein Hansen HS 3   1
Markus Joensen HS 3    
Malan Vitalis Bærendsen TS 3    
Natalia Reinhardt Ægir 2 3  
Jákup Øssursson FS 2 2  
Kirstin S. Rasmussen FLOT 2 1 4
Birita Debes FLOT 2 1 1
Guðrun Holm Jacobsen HS 2   1
Karina Petersen HS 2    
Rebekka Maria Hansen HS 1 2 1
Hildur á Fløtti FS 1 2 1
Sveinur Magnason FS 1 2  
Dánjal Hestoy HS 1 2  
Torstein J. Fríðfinsson Reki 1 1 1
Nina Davidsen FLOT 1 1 1
Jón Hofgaard TS 1 1 1
Jenny Olsen FLOT 1 1 1
Petur McIntosh HS 1 1  
Ingunn Olsen Reki 1 1  
Dánjal Martin Hofgaard TS 1 1  
Christian Dan Sørensen HS 1 1  
Ann Mari Midjord VS 1 1  
Kristian Petersen Ægir 1   2
John Viljam Johannesen Ægir 1   2
Katrin Jacobsen FLOT 1   1
Jonna Thomsen Reki 1    
Alvi Hjelm Ægir 1    
Maria Vang TS   3  
Ólavur Sigmundsson HS   2 2
Sigmund Mørkøre Ægir   2 1
Hjarnar Tórðarson HS   2 1
Heidi Andreasen HS   2 1
Gunnar Vatnhamar Reki   2 1
Anna Kathrina Eysturberg TS   2 1
Kristina Eliasen HS   2  
Ruth Poulsen Reki   1 3
Marianna G. á Skúrð HS   1 2
Jóhanna Katrina Bjartalíð Reki   1 2
Haraldur Eið FLOT   1 2
Anita Højgaard FS   1 2
Liljan Í. Ellendersen HS   1 1
Mourits Danberg HS   1  
Marjun Eysturoy HS   1  
Kári Vitalis Ægir   1  
Hanus á Tjaldrafløtti HS   1  
David Simonsen FS   1  
Bergtór T. Thomsen Reki   1  
Aster Leo Thorsen VS   1  
Ragnhild P. Østergaard HS     1
Kristian Martin Joensen HS     1
Kjartan Petersen FLOT     1
Hans Jákup H. Ennistein Ægir     1
Finn D. Petersen FLOT     1
Anja Ellendersen HS     1
Aksal Holm Norðfoss HS     1
Tilsamans   106 75 50

Støðið var rættiliga høgt, hóast 4 tey fremstu vóru farin til Melbourne. Andrass Thomsen tykist at hava funnið formin aftur, Dánjal Martin Hofgaard fór (aftur) undir 54 sekund í 100 frí, Petur McIntosh svam ein brand 50 metur firvald, og teir tríggir Beinir Danielsen, Pauli Ø. Mohr og Dánjal Martin klóraðu seg allir undir 25 í 50 frí, við Beinir sum vinnara á 24.81.

Elspa Mørkøre svam góðar tíðir alt vikuskiftið, um enn ikki hennara bestu (á jú, síggi nú at hon setti føroyskt met í 400 frí… orsaka Elspa!). Karina Petersen og Shaila millum Garðarnar vóru fyr og flamme aftur. Og 14 ára Høgni Miné-Rasmussen betraði sítt egna bólkamet í 1500 frí við umleið 20 sekundum, til 17:04.37, sum er undir kravtíðina til Oyggjaleikir

Eg havi til stuttleikar listað upp tíðir yvir 600 stig her niðanfyri, til at lýsa støðið á teimum bestu av teimum elstu.

Svimjari Felag Grein Tíð FINA
Elspa Mørkøre FS 400 frí 4:24.66 758*
Andrass Thomsen HS 400 frí 4:14.66 637
Kári J. á Høvdanum FS 100 rygg 1:00.18 614
Elspa Mørkøre FS 50 firvald 30.27 634
Petur McIntosh HS 50 firvald 27.11 607
Elspa Mørkøre FS 200 frí 2:05.48 770
Andrass Thomsen HS 200 frí 1:58.70 659
Guðrun Holm Jacobsen HS 50 frí 28.03 643
Elspa Mørkøre FS 50 frí 27.46 684
Shaila millum Garðarnar TS 50 frí 27.88 653
Pauli Ø. Mohr FS 50 frí 24.98 618
Beinir E. Danielsen FLOT 50 frí 24.81 631
Dánjal Martin Hofgaard TS 50 frí 24.96 620
Andrass Thomsen HS 200 blandað 2:16.17 606
Karina Petersen HS 50 bringa 35.83 603
Høgni Miné-Rasmussen HS 1500 frí 17:04.37 618
Elspa Mørkøre FS 100 frí 58.40 739
Shaila millum Garðarnar TS 100 frí 1:00.80 655
Dánjal Martin Hofgaard TS 100 frí 53.96 652
Andrass Thomsen HS 100 frí 54.69 626
Bjørg Seloy HS 50 rygg 31.80 629
Elspa Mørkøre FS 50 rygg 30.77 694

*Føroyskt met

Ottar tók seinasta riðil av 50 metrar frí hjá monnum uppá video við fototólinum, sum tit tí kunnu síggja her niðanfyri. Beinir Danielsen á geil 2 (svørt heildrakt) vann riðilin. Á geil 3 er Pauli Ø. Mohr, og á geil 4 Dánjal Martin Hofgaard.

Úrslitalisti og stat-fíla eru viðfest niðanfyri. Eg viðfesti eisini eitt roknark kallað HSmar2007.xls, sum vísir hvussu heiðursmerkini eru fordeild í hvørjum bólki, millum feløg og svimjarar, til at lýsa hvussu støðan er hjá ymisku feløgunum í ymiskum bólkunum.

4 thoughts on “HS vann HS-stevnuna”

  1. Onkur hevur talt skeift ,Reki fekk mær vitandi 2 gull ,7 syl ,og 7 bronsur, meðan eg var har og ikki bara eina bronsu, vit vóru við 5 svimjarum ?

    1. Nú var har eg ikki sjálvur, og havi tí einki annað forsvar enn at hatta er tey heiðursmerki sum stat-fílan nevnir. Og nú eg samanberi stat-fílu við úrslitalista, so hevur stat-fílan einki bólkabýti, meðan úrslitalistin hevur tað. Øv… so má eg ígjøgnum tað manuelt, giti eg, og so verður tað í øllum førum ikki við uppteljing pr. svimjara.

    2. Nú havi eg í hond talt heiðursmerkini saman fyri hvørt felag. Burdi sikkurt tikið hin listan burtur við ‘bestu svimjarar’, við tað at hann ikki tekur hædd fyri bólkabýti. Men hann var droyður at seta saman (tvær ferðir), og eg orki tí ikki beint nú 🙂

Ger viðmerking