Gould og Fraser spáa heimsmet í Melbourne

Tær báðar Dawn Fraser og Shane Gould hava verið og hugt at hylinum sum verður settur upp til heimsmeistarakappingina í Melbourne um 10 dagar, og siga at hann er ógvuliga góður. Hann er so mikið djúpur, at tað ikki skuldi komið nakar turbulensur frá botninum av, og hartil er vatnið ógvuliga bleytt. Gould er faktiskt ikki í iva um, at metið á 100 metrum hjá kvinnum rýkur.

Avstralsku Dawn Fraser og Shane Gould vóru tiltiknar svimjistjørnur í sínari tíð. Fraser er ein av tveimum svimjarum sum hevur vunnið gull í somu grein á trimum OL á rað (1956, 1960 og 1964), meðan Gould er einasti svimjari sum hevur átt í heimsmet í øllum olympiskum frígreinum í senn , frá 100 til 1500 metrar, áðrenn hon gavst sum 16 ára gomul í 1972.

Eg var so heppin at møta Gould í 2005, sum liður av einum venjaraskeiði í Holstebro við Bill Boomer og Milt Nelms. Hon svam tá enn 100 firvald á langbana við eini tíð á 1:08, 50 ára gomul.

Eg eri tann fullisjúki móði í FLOT-troyggju her niðanfyri, meðan hini eru Lars Kirkegaard (dani, fyrrverandi venjari hjá Louse Ørnstedt), Bill Boomer (amerikansk teknikk-guru), Shane Gould og Milt Nelms (tiltikin amerikanskur venjari… var t.d. síðsta vón hjá Ian Thorpe, áðrenn Thorpe valdi at gevast heilt).

Upprunalig tíðindi á heimasíðuni hjá Melbourne 2007

One thought on “Gould og Fraser spáa heimsmet í Melbourne”

  1. Lesi tilfeldigvís her, í sambandi við at Dawn Fraser nú sum 69 ára gomul fæst við politikk, at hon KUNDI havt verið tann einasta sum vann OL gull í somu grein (100 frí) fýra OL á rað, við tað at hon tá stadigvekk var tann skjótasta í heiminum. Hon var fyrsta kvinna undir 1 minutt, og so mikið nógv skjótari enn hinar, at hennara met ikki varð tikið fyrr enn 4 ár eftir at hon var givin.

    Men Avstralia vildi ikki hava hana við tá fjórðu ferð. Vit kunnu lesa her í Wikipedia, at hon var eitt sindur av einum balladumakara, og at avstralska svimjisambandið at enda tí gav henni eitt 10 ára bann, sum tó seinni varð minkað til 4 ár. Misgerðirnar vóru at marsjera í opningsceremoniini á OL í Tokyo hóast svimjisambandið segði nei, og at øsa sponsorar við at svimja í eini eldri svimjidrakt, og at hon varð mistonkt (men seinni fríkend) fyri at hava klintrað upp í eina flagstong á slottinum hjá keisara Hirohito, og stjala OL-flaggið har.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.