SSF á vitjan hjá FS í Fuglafirði

Á starvsnevndarfundi herfyri varð gjørt av at starvsnevndarlimir og svimjinevndarlimir hjá SSF fara á rundferð til feløgini, til at koma nærri feløgunum, tosa eitt sindur óformliga um ætlanirnar hjá SSF og fáa at vita meira um tankar og ynski hjá feløgunum í mun til Svimjisambandið. Í gjárkvøldið varð byrjað við vitjan hjá Fuglafjarðar Svimjifelag í Fuglafirði, har fundur fyrst var í umleið 1 tíma við nevndina, og síðani í 1 tíma við foreldur og onnur áhugaði.

SSF á fundi við FS í Fuglafirði
Continue reading SSF á vitjan hjá FS í Fuglafirði

Avbjóðandi svimjiár fyri framman

Bræv frá formanninum í Svimjisamband Føroya

Í dag 1. september byrjar nýggja svimjiárið, og enn einaferð standa føroysku svimjararnir framman fyri einum avbjóðandi ári. Bæði tey yngstu, juniorar og seniorar fáa nógvar avbjóðingar.

Olympisku Leikir hæddarpunktið

Í august 2012 ljóða startskotini fyri størstu avbjóðing, føroyskur svimjari nakrantíð hevur møtt. Tá verður Pál Joensen við í Olympisku Leikunum. Í Shanghai svam hann heili 25 sekund skjótari enn kravtíðin hjá International Olympic Committee, IOC.

DSC05908
Continue reading Avbjóðandi svimjiár fyri framman

Tryggingarfelagið Føroyar við til at menna føroyska svimjing

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroyar

Svimjisamband Føroya hevur gjørt stuðulssáttmála við Tryggingarfelagið Føroyar fyri 2011-2012.

TF_SSF_1

Føroysk svimjing stendur frammanfyri størstu avbjóðingunum nakrantíð.

Ongantíð hava so nógvir svimjarar nátt so nógvum framúr góðum úrslitum í Føroyum og í altjóða kappingum.
Continue reading Tryggingarfelagið Føroyar við til at menna føroyska svimjing

Formansfrágreiðingin 2011

Viðfest er formansfrágreiðingin til aðalfundin hjá Svimjisambandi Føroya hin 27. mai 2011, har Hestoy millum annað sigur um tíðarskeiðið millum aðalfundirnar 22. mai 2010 og 27. mai 2011, at “ongantíð hava úrslitini verið betri í føroyskari svimjing”. Hugaligur lesnaður, um eitt tíðarskeið har føroyskir svimjarar settu tilsamans 19 føroysk met á langgeil, 33 føroysk met á stuttgeil, 39 juniormet á langgeil og 81 juniormet á stuttgeil, umframt 1 norðurlendskt met í 1500 metra frísvimjing á langgeil.

SANY0422

Dagføring av kravtíðum og metlistum hjá SSF

Starvsnevnd SSF avgjørdi herfyri at ógilda tær kravtíðir sum vóru ásettar til HM í Shanghai í 2011, fyri í staðin at nýta nágreinliga tey krøv sum altjóða svimjisambandið FINA nú eftirfylgjandi hevur ásett. Starvsnevndin samtykti eisini formliga at nýta somu kravtíðarskipan til NJM 2010, sum nýtt varð til NJM 2009, og hesar kravtíðir eru tí eisini dagførdar á www.ssf.fo. Og nú eg var í gongd, varð sorteringin á metlistunum eisini broytt, so at raðfylgjan meira minnir um hana sum t.d. FINA nýtir.
Continue reading Dagføring av kravtíðum og metlistum hjá SSF

Rókur í Jákupsstovu nýggjur næstformaður í Svimjisambandinum

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Á eykaaðalfundi í Svimjisambandinum leygardagin 29. august varð Rókur í Jákupsstovu, av Toftum, valdur til næstformann í Svimjisambandinum. Regluligi aðalfundurin tann 23. mai í ár avgjørdi at eykaaðalfundur skuldi haldast 29. august. Hesin fundur skuldi velja nýggjan næstformann og viðgera eitt uppskot til reglugerð fyri stuðulsavtalur.
Continue reading Rókur í Jákupsstovu nýggjur næstformaður í Svimjisambandinum

Stendur prísurin á Oyggjaleikum mát, í mun til ítróttarliga støðið?

Tíðindaskriv frá SSF

Aðalfundur hildin í Svimjisamband Føroyar 23. mai 2009

Stendur prísurin á Oyggjaleikum mát, í mun til ítróttaliga støðið

Leygardagin var aðalfundur í Svimjisamband Føroya hildin í ÍSF-húsinum. Føroysku svimjifeløgini hittust, at viðgera farna tíðarskeðið. Í niðurløguni av frágreiðingi segði formaðurin, Jon Hestoy, soleiðis um Oyggjaleikir og kostnaðin: ”Tað er ein stórur trupulleiki at kostnaðurin av Oyggjaleikum er so høgur. Um Føroyar ynskir at vit skulu luttaka á einum stórum felags ítróttatilfaki, sum Oyggjaleikir, so átti stuðulin at verið væl hægri. Tá vit í ár skulu gjalda út við 10.000 krónur fyri hvønn luttakara, so kann ein ikki lata verða við spyrja, hvat verður so kostnaðurin um fýra ár tá Oyggjaleikir verða á Bermuda. Svimjingin er noydd at taka spurningin upp um prísurin á luttøkuni í Oyggjaleikum er rímiligur í mun til ítróttaliga støðið.” Oyggjaleikir, HM, EJM og EM á stutthylji fella øll sama ár og leggur stórar byrður á eitt sersamband sum Svimjisambandið.
Continue reading Stendur prísurin á Oyggjaleikum mát, í mun til ítróttarliga støðið?

SSF setur forboð ímóti at klára kravtíð í ‘time trial’ ella við millumtíð

Góðu tit

Ásannandi at støðan sum hon hevur verið, har millumtíðir verða góðkendar sum kravtíðir, hevur starvsnevndin tikið hesa avgerð, ið er galdandi fyri kravtíðir frameftir:

Kravtíðir:
Við gildi fra 20. apríl 2009 eru hesar reglur galdandi:

  • Tíðir frá sonevndum “time trials” verða ikki góðkendar.
  • Millumtíðir (splittíðir) verða ikki góðkendar. Tó kann 1. skifti í liðsvimjing verða góðkent.

Komandi stóra úttøkukappingin er FM og starvsnevndin ynskir við hesum at tryggja sær at kappingarnar longri enn 50 verða svomnar sum tær eiga, ikki brotnar sundur av royndum at náa kravtíðir á styttri teinunum.

Heilsan
Jon Hestoy
Svimjisamband Føroya
Continue reading SSF setur forboð ímóti at klára kravtíð í ‘time trial’ ella við millumtíð

Her er rokniarkið sum finnur kravtíðirnar

Viðfest er rokniarkið sum vit hava brúkt til at áseta nýggju kravtíðirnar við. Í stuttum er mannagongdin, at lættastu heiðursmerkjatíðir fyrst eru tastaðar inn frá trimum teimum undanfarnu stevnunum av sama slag. Tað vil siga oftast bronsutíðin; uttan í teimum førum har tvær silvur vórðu givnar, heldur enn ein silvur og ein bronsa. Rokniarkið finnur so meðaltíð av teimum trimum tíðunum, og roknar síðani kravtíðina út, við at leggja tað prosenttal afturat sum sæst ovast á kolonnuni við kravtíðum. Hetta tal kann forrestin broytast, til at síggja hvørjar kravtíðirnar vildu verið, um prosenttalið var ørvísi.

EJM_50_frí_menn_lineært
Continue reading Her er rokniarkið sum finnur kravtíðirnar