Minnast tit Beograd?

Ein klassikari frá 2008, lyftur fram á forsíðuna nú tað gongur væl aftur í 2011. Koyr á Magnus! 🙂

Eg kundi ikki lata vera, nú farið verður til Kroatia, at tríva í aftur alt tað góða úr Beograd. So her er ein ‘montaga’ hjá Jón Briani Hvidtfeldt og Rás2, tilsett myndir hjá mær og av susvim.com, harav nógvar eru tiknar av serbiska fotografinum Andrea Ilic, umframt onkur einstøk av góðum fólki í danska svimjifelagnum Sigma NS. Takk fyri gott samstarv í Serbia 🙂

Startlistin til Rijeka 2008

So er startlistin til evropameistarastevnuni í Rijeka komin, og latum okkum heldur beinan vegin staðfesta, at Pál Joensen er í finaluni í 1500 frí. Tíverri á ytstu geil, sum nr 8, men tað er so betur enn at vera bestur av teimum sum ikki koma í finaluna. Startlistin fer eisini at kunna finnast her á omegatiming.com, innan alt ov leingi.


Continue reading Startlistin til Rijeka 2008

Eurosport fer at vísa EM í Kroatia

Við fyrivarni, eg brúkti leinkið á televarp.fo til at finna skránna hjá Eurosport, og síggi har fylgjandi sendingar:

  • Hósdag 11. des. kl. 14:30-15.30: 1. dagur innleiðandi
  • Hósdag 11. des. kl. 15:30-17.30: 1. dagur finalur LIVE
  • Fríggjadag 12. des. kl 08:00-09:30: 2. dagur innleiðandi LIVE
  • Fríggjadag 12. des. kl 15:45-17:30: 2. dagur finalur LIVE
  • Leygardag 13. des. kl 16:45-17:30: 3. dagur finalur LIVE
  • Sunnudag 14. des. kl 16:30-17:30: 4. dagur finalur LIVE

Brúki ‘føroyska tíð’ omanfyri, sum er donsk minus 1 tíma. Men gev gætur at Eurosport fyrr hava flutt runt uppá sendingar… og at handan skráin ikki dekkar alla svimjingina sum hon er. Ikki ein gang allar finalurnar.

Á stevnuheimasíðuni stendur, at innleiðandi er frá kl 08:00 hvønn morgun, og finalur frá kl 15:30, føroyska tíð.
Continue reading Eurosport fer at vísa EM í Kroatia

Úttøkutreytir til EM í stuttum hyli

Starvsnevndin avgjørdi á fundi 30. oktober 2008, at hesar úttøkutreytir eru galdandi til EM í stuttum hyli í Rijeka, 11.-14. desember 2008:

Úttiknir verður teir 4 svimjararnar, ið hava hægst FINA-stig, omanfyri gullnálatíðina (NB! Gullnálatiðin á seinasta nálalistanum hjá SSF). Tíðirnar skulu vera svomnar í tíðarskeiðnum 1. september til og við 30. november 2008.

Leggið til merkis, at tit skulu brúka tíðina í nálalistanum, ikki stigini, ið standa omanfyri.

Kelda: ssf.fo