Vandamikið at leita eftir Phelps á netinum

Teldufrøðingar hjá McAfee vísa á hvørji leiti-orð eru mest sannlík at vísa á heimasíður við virus og líknandi. McAfee hevur kannað 2.600 populerar leitingar í USA frá 2008 á Google Zeitgeist og Yahoo “2008 Year in Review”. Tað er undranarvert at finna hugtakið “Phelps, Weber-Gale, Jones and Lezak Wins 4x 100m Relay” á einum 5. plássi. Men hetta stavar frá OL í Beijing og verður væntandi ikki at síggja á listanum í næsta ár, sigur Keats hjá McAfee. Kanska finna vit “Pál Joensen” á listanum í næsta ár?

Listin hjá McAfee sær soleiðis út:

1. Unscrambler
2. Lyrics
3. MySpace
5. Phelps, Weber-Gale, Jones and Lezak Wins 4x 100m Relay
6. Free Music
7. Game Cheats
8. Printable Fill in Puzzles
9. Free Ringtones
10. Solitaire

Les meira á fpn.dk og á ABC News.