World Aquatics um kravtíðarskipanina til Olympisku Leikir 2028 í Los Angeles

Ítróttastjórin Mike Unger greiðir her frá ætlaðu kravtíðarskipan hjá World Aquatics til Olympisku Leikir 2028, ið sum skilst er til góðkenningar hjá altjóða olympisku nevndini IOC. Tey skulu fáa pláss fyri fleiri greinum, londum og liðum, samstundis sum at samlaða talið av íðkarum undir World Aquatics minkar frá 900 á OL 2016 til nú 830 á OL 2028

IOC samtykt París 2024 og Los Angeles 2028

IOC kunngjørdi í gjár alment, at Olympisku Leikir verða í París í 2024 og í Los Angeles í 2028. Hetta var ikki óvæntað, tí møguligu vertirnir vóru longu áðrenn hetta avmarkaðir til hesar báðar býir, har Los Angeles so hartil í juli meldaði út, at tey kundu til í 2028. Báðir býir hava havt OL fyrr – París í 1900 og 1924, og Los Angeles í 1932 og 1984. Lesið t.d. Washington Times