Krista heldur áfram at vinna heiðursmerki í Týsklandi

Ægir-svimjarin Krista Mørkøre hevur ikki ligið á latu síðuni, fyri tað um vit ikki hava hoyrt frá henni síðani fríggjadagin. Í gjár vann hon bronsu í 400 frí við 5:51.29 og silvur í 50 bringu við 47.01, og í morgun vann hon bronsu í 200 frí við 2:48.25, bronsu í 100 bringu við 1:42.09 og bronsu í 200 blandað við 3:28.06. Tilsamans hevur hon harvið vunnið eini 3 silvurheiðursmerki og 5 bronsuheiðursmerki á stóru German Open meistarastevnuni í Berlin.

Krista koyrir á í Berlin

Krista Mørkøre hevur í morgun svomið 100 frí og 50 firvald, á German Open svimjistevnuni í Berlin. Í 100 frí svam hon seg undir EM kravtíðina við einum sekundi, tá ið hon megnaði at svimja 100 frí á langgeil uppá 1:15.08. Og í 50 firvald betraði hon seg imponerandi niður á 46.42 á langgeil, har hennara besta stuttgeilatíð var 49.90. Í báðum greinum vann hon silvur, afturat bronsuheiðursmerkinum í 50 frí frá í gjár.