swimnetwork.com er ‘sosial heimasíða’ til okkum svimjarar

Tey á www.timedfinals.com hava lagt eini tíðindi á heimasíðuna í dag, har tey boða frá at tey nú flyta til eina nýggja heimasíðu kallað www.swimnetwork.com. Hendan nýggja sær rættiliga áhugaverd út, m.a. tí at brúkarar har kunnu senda upp videoir sum síðani kunnu nýtast av øðrum heimasíðum. Her niðanfyri er eitt dømi, har tey eru heima hjá amerikanska bringusvimjaranum Amanda Beard.

Continue reading swimnetwork.com er ‘sosial heimasíða’ til okkum svimjarar

Broytingar í svimjireglunum hjá SSF

Fylgjandi tíðindi eru nú at lesa á www.ssf.fo: Svimjinevndin hevur saman við starvsnevndini á fundi 17. mars 2008 samtykt dagførdar svimjireglur. Dagførdu svimjireglurnar liggja her á heimasíðuni, og koma í gildi í dag 20. mars 2008.

Viðfestar eru gomlu og nýggju reglurnar, umframt at eg stutt listi upp tær broytingar sum eru gjørdar. Continue reading Broytingar í svimjireglunum hjá SSF

Evropeiskt met til Alexander Dale Oen

Bæði norski Alexander Dale Oen og franski Hugues Duboscq fóru undir minuttin í 100 bringu á langbana í dag, tá ið Alexander svam 59.76 og Duboscq 59.78. Norðmaðurin setti harvið fyrsta evropeiska met hjá einum norðmanni nakrantíð , og varð eisini fyrsti norski mannligi evropameistari (Irene Dalby varð evropameistari í 1991). Russiski Roman Sludnov átti gamla metið á 59.95, sum hann setti í 2001. Lesið her á SwimNews.

(eingin video at finna enn, men her er ein prát við hann eftir 200 bringu…)

Continue reading Evropeiskt met til Alexander Dale Oen

Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum

Hálendsku Inge Dekker, Ranomi Kormowidjojo, Femke Heemskerk og Marleen Veldhuis hava við tíðini 3:33.62 sett nýtt langbana heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum, á evropameistarastevnuni í Eindhoven í gjár. Hetta var ein betring uppá næstan 2 sekund, í mun til gamla metið á 3:35.22 frá 2006, sum týskarar áttu. Lesið her á SwimInfo.

Eg havi ikki funnið nakra videobrot enn av hálendsku gentunum, men her er Stefan Nystrand eftir at svensku mennirnir vunnu gull í somu grein:

OK, nú (20. mars) havi eg funnið eina italska video. Fantastiska flott

Continue reading Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum

Innbjóðing til Susvim stevnu 28.-30. mars 2008

Suðuroyar Svimjifelag bjóðar til svimjistevnu í Vági 28. 29. & 30. mars 2008. Kappingin verður svomin sum ein opin kapping, og úrslitini bólkað til bólk 3, 4, 5 og opnan bólk. Finalurnar eru opnar, altso eingin bólkur. Tilmeldingarfílan kemur seinni í dag. Continue reading Innbjóðing til Susvim stevnu 28.-30. mars 2008