Her eru nakrar myndir sum Jón Brian tók, á veg suður í Vágs Høll í gjár. Mínar myndir eru tíverri ikki til at fáa fatur á beint nú, men koma seinni. Ja, har gekk okkurt galið, men hesuferð avdúki eg tað ikki.
Svimjing hevur áhuga
Hetta stóð í Sosialinum í gjár
Røða av hægsta heygi í Holma
Bara ein lítil heilsan til tykkum øll frá mær í Malmø. Og ja, hatta er enn ein brølari frá mínari síðu av, at kalla Oyrasundsbrúnna fyri Stórabeltsbrúgv.
Tíðindaskriv frá SSF um NUM 2008
Norðurlensku meistarakappingina á langbana 2008 høvdu finlendingar undir hond á hesum sinni og Tampere átti karmarnar. Ein upplagdur møguleiki hjá teimum til fyrireikingarnar til europeisku junior olympiaduna, sum skal verða har á leiðini í 2009. Hetta er aðru ferð at kappingin verður hildin og samstundis aðru ferð, at føroyingar stilla upp.
“Har Donau og Sava møtast”
Beinleiðis útvarp á Rás2, frá eini splavu á Donau
Nú koma mínar myndir og videoir á netið
Tíverri ikki so nógvar; men eitt sindur er væl betri enn einki. Myndasavnið hjá mær er her á Flickr.
Oyggjaleikir 2015 verða annaðhvørt í Føroyum ella á Jersey
Hetta skrivar WalesOnline, nú Anglesey tekur aftur sína umbøn um at fáa Oyggjaleikir hetta árið. Eftir eru tí bara Jersey og Føroyar, í kappingini um at sleppa at verða vertir fyri Oyggjaleikum ár 2015. Continue reading Oyggjaleikir 2015 verða annaðhvørt í Føroyum ella á Jersey
Hetta lærdi eg av Tašmajdan
Mítt videotól, soleiðis sum eg keypti tað
Og nú, við spildurnýggjum, pimped-up svenskara-battaríi
Kuffertið var faktiskt heilt nær
Her kemur tað framvið, meðan vit sita og gera reportagu “Har Donau og Sava møtast”
So kom kuffertið endiliga
Í limousinu sum svenska kongahúsið einaferð hevur brúkt, av sjáldsamum Volvo-slag. Fekk mær eitt prát við chaufførin, um Pál og støðuna í Serbia. Tað vísti seg tilfeldigvís at hann var kano-venjari sum hevði átt ein heiðursmerkjavinnara í World Cup, so hann var heilt við uppá at hetta var eitt sindur stórt, við Pál.







