Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) setti í morgun stórt nýtt føroyskt met í 100 bringu, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Oyggjaleikum 2025 svam seg til úrslitið 1:01.85. Hann átti sjálvur føroyska metið á 1:02.08, frá FM á stuttgeil 2024

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) setti í morgun stórt nýtt føroyskt met í 100 bringu, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Oyggjaleikum 2025 svam seg til úrslitið 1:01.85. Hann átti sjálvur føroyska metið á 1:02.08, frá FM á stuttgeil 2024
So er tað longu í morgin ári at svimjistevnan byrjar á Oyggjaleikum 2025. Viðfesti startlisti er frá miðskeiðis í juni mánaða, og kunnu har tí væl hava verið tillagingar síðani tá, til dømis við avmeldingum á tekniska fundinum í dag.
Bestu útlit til føroysk heiðursmerki á svimjistevnuni í morgin, eru Líggjas og Silas í 1500 frí, Isak í 200 firvald, Jóhanna í 100 firvald, Bartal í 100 bringu, Alisa í 200 frí og Heini í 200 blandað.
Vit eru nær heiðursmerkjum í øðrum kappingum eisini; men nú fáa vit at síggja, hvussu okkara og teirra eru fyri 🙂
HM 2025 byrjaði í dag, sí skránna her á heimasíðuni hjá World Aquatics. Fyrstu dagarnar er fyrstu dystir í vatnpolo á skránni, áðrenn vit koma til hinar greinarnar, fyrst við open water afturat frá týsdegnum 15. juni, og síðani hinar so hvørt, til vit sunnudagin hin 27. juli koma til kappsvimjing á langgeil.
Evropeiska svimjisambandið hevur kunngjørt at EJM 2026 verður í Týskalandi 7. – 12. juli 2026, umframt m.a. at EJM í Open Water verður í Ungarn 19. – 21. juni 2026. Akkurát hvar, er ikki kunngjørt enn.
Suðuroyar Svimjifelag ella sum vit lokalu siga “SuSvim” søkir nýggjan høvuðsvenjara.
Okkara hópur kom avstað í øllum góðum í morgun, og ferðast nú saman við flestu hinum í ÍSF-ferðalagnum norður til Orkney. Her eru leinki til ymisku kunningartænasturnar ísv Oyggjaleikir 2025:
Altjóða svimjisambandið vísir nú her á heimasíðu síni, hvørji ið eru tilmeldaði í ymisku greinunum á HM á langgeil 2025, sum verður í Singapore hin 27. juli til 3. august. Okkara fýra svimjarar síggjast eisini á listunum.
Áhugaverd video her, har miðlafólk hjá World Aquatics greiðir frá HM 2025
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Nordic Age Group Championships 2025, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri í nýggja langhylinum í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 5. og sunnudagin 6. juli 2025. Úrslitini síggjast eisini á Swimify, SwimRankings og Tempus
Evropeiska JuniorMeistarastevnan 2025 endaði nú sunnudagin, og varð tað til tvey føroysk juniormet umframt 4 persónlig met. Úrslitini síggjast øll her á stevnusíðuni