Svimjing.com podcast #1

Ja, tað mátti jú koma, nú vit hava hótt við tí fleiri ferðir. Hetta fyrsta podcast er um hví vit nú royna okkum við einum podcast, um komandi EM í Kroatia, og um alt hitt spennandi sum hendir í føroyskari svimjing, komandi vikurnar. Eisini eitt vet um ‘Klaksvík National’ stevnuna í morgin.

Tað er ikki vist at tað verður akkurát hendan tænastan frá soundcloud.com sum vit fara at brúka í framtíðini, men Bartal helt at teirra avspælari var so flottur, og eg komi ikki yvir at eg ikki kann finna nakað flottari. Og orsaka at her ikki eru ‘jinglur’ og tílíkt sum hoyra útvarpi til… tær koma seinni 🙂

Continue reading Svimjing.com podcast #1

Endursending: Pauli og Jokarin

Onkur minnist kanska ikki longur 50 frí frá Klaksvík National í marts, og eg endursendi tí líka hendan postin hjá JMPoulsen, frá 17. marts í 2008.

50 m. frí hjá monnum gjørdist kanska ´TANN´ serliga spennandi kappingin leygardagin í Klakvík. Pauli Ø. Mohr hevur havt stóra framgongd í síni roynd eftir føroyska metinum í 50 m. frí og varð líka við at gera bart við síni tíð á 0.24.08 fyri stuttari tíð síðan til svimjikapping í Havn. Leygardagin skuldi hann aftur standa sína roynd, men tað at ´jokarin´ hjá Ægir átti so nógv í sær, hevði kanska fáur væntað.

Biedermann sett nýtt evropeiskt met í 800 frí

Hetti hendi á týsku meistarastevnuni í stuttum hyli, sum er í Essen í hesum døgum. Nýggja metið er 7:35.23, har týski Jorg Hoffmann átti metið á 7:36.24, frá World Cup stevnuni í Malmö í 1997. Biedermann skal eisini svimja 100, 200 og 400 frí á stevnuni í Essen, sum vit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá týska svimjisambandinum.

vlcsnap-355527

(Paul Biedermann á World Cup stevnuni í Stockholm herfyri)

Startlistin til Klaksvík National

Hey øll somul

Her er startlistin til Klaksvík National.

Vegna fyrireikarnar verður boðað frá hesum:

  • Tað er ikki longur møguligt at gera tilmeldingar til kappingina!
  • Frámeldingar kunnu gerast til fram til hóskvøldið 27.11 kl. 23.00

Minst til: bert 12 svimjarar sleppa at kappast á 100-metra teinunum.

Heilsan

Rúni og Dan

Eitt sindur um Klaksvík National 2008

Viðfest er frágreiðing frá formanninum í Ægir, um hvat sum fer at henda á Klaksvík National, nú leygardagin. Ein spennandi kapping við innleiðandi riðlum og finalur, umframt beinleiðis finalur eisini um morgunin, har hugni verður í steðginum millum morgun og seinnapart. Tey skipa fyri ókeypis frukt, grønmeti og vatni á kantinum, umframt mati, fyrilestri og undirhaldi í døgverðastegðinum. Gávukekkar verða til nr 1, 2 og 3 í hvørjari kapping, umframt steyp og gávukort til stafettirnar. Og so verða lutaseðlar seldir í leypi av stevnuni, har vinningarnar eru tvær fartelefonir frá Føroya Tele.

Amerikanska svimjisambandið ávarar ímóti ‘doping-draktum’

Hetta ljóðar sum tað reina science fiction, men amerikanarar siga at ‘doping-draktin’ er heilt nær, sum fer at kunna samstarva við nervaskipanina og heilanum hjá svimjararnum, so at hesin til dømis ikki følir pínu longur. Talan er um draktir sum dekka allan kroppin, frá øklum og út á handliðirnar, og amerikanska svimjisambandið vil tí hava altjóða svimjisambandið FINA til fullkomiliga at seta forboð fyri heildraktum, tí at tað sambært teimum verður ómøguligt at prógva at tað veruliga er so, at draktin dopar.
Continue reading Amerikanska svimjisambandið ávarar ímóti ‘doping-draktum’

Fín Reka Stevna

“Silva Cup 2008” er av á hesum sinni, og hon gekk bara upp á stás. Tey høvdu eina tíðarætlan, og hildu hana, so at alt var leyst og liðugt umleið kl 18. Tíverri fór maðurin við ábyrgd fyri stevnuforritinum í brúdleyp, beint eftir stevnuna, uttan at eg hugsaði so langt sum at skaffa mær eitt eintak av úrslitalistanum. Men alt annað líka, so var tað annaðhvørt FS ella SuSvim sum ‘vann’ stevnuna, við tað at tey oftast fóru upp eftir gullheiðursmerki.

DSC_0284
Continue reading Fín Reka Stevna