6 heimsmet á sætta degi av HM í Rom

Finaluumfarið í kvøld við heimsmeti nummar 28 á hesi stevnu, tá ið Britta Steffen svam 52.07 í 100 frí, har heimsmetið hjá henni frá stafettini seinasta sunnudag var 52.22. Síðani svam Aaron Piersol sum fyrsti maður nakrantíð undir 1:52 í 200 rygg, tá ið í finaluni svam 1:51.92, har heimsmetið hjá honum frá amerikansku meistarastevnuni herfyri var 1:53.08. So setti Marleen Veldhuis heimsmet í fyrru hálvfinalu av 50 firvald, við tíðini 25.28 har hennara heimsmet frá hálendsku meistarastevnuni í apríl var 25.33. Og so tók svenska Therese Alshammar heimsmet frá Veldhuis í næstu hálvfinalu, við tíðini 25.07. Í seinnu hálvfinalu av 100 firvald setti Milorad Cavic heimsmet við tíðini 50.01, har heimsmetið hjá Phelps frá amerikansku meistarastevnuni var 50.22. Og at enda setti USA nýtt heimsmet í 4×200 frí hjá monnum, við tíðini 6:58.55, har heimsmetið hjá teimum frá OL í Beijing var 6:58.56.

FINA ásett 1. januar 2010 sum dagin tá ið superdraktirnar rúka

Sambært AP hevur FINA nú ásett 1. januar 2010 sum dagin tá ið menn ikki longur mugu svimja í heildrakt ella langum buksum, og tá ið draktir hjá kvinnum ikki mugu ganga longur niður enn á knæ. Tey ætlaðu annars at bíða til einaferð í apríl ella mai, men hava nú flutt dagin fram til 1. januar, eftir at venjarin hjá Michael Phelps, Bob Bowman, hevur hótt við at taka Phelps púra burtur úr kapping, til draktirnar eru burtur.

Pál kosin sum ársins Rock’n Rollari

Kári Cool blástemplaði Pál Joensen sum ársins Rock’n Rollari fyrrakvøldið. Rás2 og Miðlahúsið savnað yvir 10.000 fólk í Vágsbotnið Ólavsøkudag til eina serliga undirhaldsending, har man m.a. hoyrdi sangin hjá Kára Cool og Kim Hansen “Tá Pál kemur í mál”. Sendingin verður endursent í dag kl 16.05 á Rás2.