Havnar Svimjifelag kunnger her, at Christian Tessner nú eftir summarferiuna gevst sum høvuðsvenjari hjá felagnum, eftir í 2 ár at hava stjórnað venjingini har. Hann hevur valt at taka av einum starvi sum ungdómsmennari hjá Bærumsvømmerne í Oslo, og HS má tí til at leita eftir nýggjum høvuðsvenjara nú.
Føroyar ovast í framgongd hjá svimjarum á EJM
Serbisku fyriskipararnir av EJM 2011 í Beograd hava lagt út hetta yvirlitið yvir framgongd hjá svimjarum úr ymisku londunum, har Føroyar eru ovast við 106% framgongd hjá teimum báðum Heðini og Magnusi og 102% hjá Ceciliu og Biritu. Spyr meg ikki hvussu tey koma fram til hesi tøl, men stuttligt at vera ovast allíkavæl.
Mie Ø gull eisini í 100 rygg á EJM 2011
Danska Mie Ø. Nielsen megnaði í kvøld at vinna sítt fjórða heiðursmerki á EJM 2011 í Beograd, tá ið hon vann 100 metra rygg við 1:02.50. Og tá gekk tað ikki ein gang heilt optimalt hjá henni, á Politiken.dk skriva tey at tíðin er eitt hálvt sekund frá tá ið hon í apríl tryggjaði sær HM-billett við at strika danska juniormetið hjá Louise Ørnstedt, og á www.simma.nu/dk skriva tey at venjari hennara helt frekvensin vera alt ov høgan.
Saman um tikið var hetta besta EJM hjá dønum nakrantíð, staðfesta tey eisini á www.simma.nu/dk, við Mie Ø. Nielsen at vinna 2 gull í 50 og 100 rygg, og við Mie og Daniel Skaaning at vinna 2 silvur, ávíkavist í 100 og 200 frí, og við í 4×100 blandað fyri kvinnur at vinna eitt søguligt fyrsta heiðursmerki til Danmark í liðkapping á EJM.
Les eisini offisiella tíðindaskrivið frá danska svimjisambandinum, her á svoem.dk.
Birita 30.56 og juniormet í 50 firvald
Birita Debes megnaði í morgun at seta nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra firvaldasvimjing, við tíðini 30.46 á EJM 2011 í Beograd, har juniormetið hjá henni frá EJM í Helsinki í fjør var 30.63. Tað rakk til eitt 46. pláss millum 52 luttakandi. Sí úrslit her.
Magnus 23.90 og føroyskt met í 50 frí
Magnus Jákupsson sorlaði í morgun føroyska metið og juniormetið í 50 metra frísvimjing, við 23.90 á EJM í Beograd. Kristian Olsen átti annars føroyska metið á 24.56 frá Reykjavík International í 2007, og Pauli Ø. Mohr juniormetið 24.68 frá EJM 2009. Tíðin hjá Magnusi rakk til eitt 26. pláss millum 53 luttakandi.
Video: Pál og Jón við íslendingum í Singapore
Pál Joensen og Jón Bjarnason eru í hesum døgum í Singapore og venja, sum fyrireiking til HM í Shanghai seinni í mánaðinum. Her er ein videofrásøgn frá føroyska venjaranum 🙂
Continue reading Video: Pál og Jón við íslendingum í Singapore
Magnus 26.76 og nr 10 í 50 rygg
Magnus Jákupsson megnaði at betra um bæði føroyska metið og sína plasering frá í morgun, tá ið hann í hálvfinaluni á EJM í Beograd svam 50 rygg uppá 26.76. Endaliga úrslitið varð eitt 10. pláss millum bestu juniorar í Evropa, fjórskjótastur av teimum yngru árgang 1994, og ein klár betring av føroyska metinum og juniormetinum hjá sær á 27.00 frá í morgun. Sí úrslit her.
Nú er heitt í Beograd
Video: Heðin 53.98 og juniormet í 100 frí
Video frá fyrradegnum, tá ið Heðin L. Olsen úr Ægir setti nýtt føroyskt juniormet í 100 metra frísvimjing.
2 føroyskt met og 4 juniormet í morgun, og Magnus aftur í hálvfinalu
Føroysku svimjararnir høvdu ein avbera góðan dag í Beograd í morgun, har tey øll fýra settu bestu tíð, 3 av teimum føroysk juniormet, og Magnus 2 ferðir føroyskt met pluss eitt fyri Føroyar fantastiskt pláss í hálvfinalu seinnapartin. Finaluumfarið byrjar við hálvfinalu í 50 frí hjá gentum klokkan 16 føroyska tíð, og hevur so hálvfinalurnar hjá Magnusi og teimum sum næstu kapping.
Continue reading 2 føroyskt met og 4 juniormet í morgun, og Magnus aftur í hálvfinalu