Tað hevur verið ein nokk so langur og pakkaður dagur, men nú eru vit so endiliga komin á hotell-rúmini, eftir venjing í Eriksdalsbadet og ein fínan náttverða her á hotellinum. Øll eru her uttan Pál sum kemur í morgin, rættiliga væl fyri og klár til svimjistevnu í vikuskiftinum. Vónandi gongur tað gott, tey hava í øllum førum verið røsk inntil nú 🙂
Minnist til trygdina, og serliga umsjón !
Tíðliga mánamorgunin ‘after pool hours’ var 22 ára gamli James Rigg funnin druknaður í svimjideplinum hjá Arizona State University, sambært líkskeranum deyður av ‘accidental drowning’, hóast hann var fyrrverandi úrvalssvimjari har og sambært venjarum sínum “a phenomenal underwater athlete”. Les SwimmingWorld Magazine.
Og síðsta hósdag forsvann 42-ára gamli svenski films-instruktørurin Daniel Lind Lagerlöf, eftir øllum at døma tí at hann datt á sjógv og bleiv sogin burtur av streyminum við Tanumshede. Hann hevur millum annað gjørt fleiri partar av krimirøðunum Beck og Wallander, og var nú á uppgávu har úti á klettunum, at gera research til eina nýggja krimi. Løgin søga annars afturat hesum, at tá ið løgreglan leitaði eftir honum, komu tey fram á kropslutir sum tey meta vera ein brotsgerð. Les t.d. Goteborg Daily.
Continue reading Minnist til trygdina, og serliga umsjón !
Pedersen, Friis og Ottesen á skjótibreyt í Leadville
Danski bringusvimjarin Rikke Møller Pedersen tosar her við heimsmeistararnar báðar Lotte Friis og Jeanette Ottesen, á skjótibreyt í Leadville, Colorado. Síðani skjýtur Ottesen við onkrari motherf***** militér-riflu, so at hon fær tár í eyguni.
Ísland vann triðja landsdystin ímóti Føroyum
99 stig ímóti 81, tað er sami munur sum í fjør, men tó framgongd hjá okkum við tað at Ísland í fjør fekk eina liðsvimjing kolldømda. Stevnan sæst øll sum hon er á kringvarp.fo/netvarp, og hartil í bitum her á SwimmingWorld.TV. SwimmingWorld Magazine vóru skjót at leggja rósandi tíðindi um landsdystin her, og hartil síggjast splitt-tíðir og tílíkt her á LiveTiming.se.
Mario og Sonic kappast í London
Pál fær óvæntað mótstøðu í London 🙂
Landsdysturin nevndur á ‘Streamlined News’
Hyggja síggj, nú vóru vit á morgunrásini hjá SwimmingWorld Magazine eisini. Video og avskrift avskrift her á SwimmingWorld Magazine.
An interesting Duel in the Pool is taking place tomorrow. Swimmers from Iceland and the Faroe Islands will meet to determine which is the better country, at least in the pool. On paper, the tiny nation of the Faroe Islands has the advantage, on the strength of Pal Joensen, who placed fourth in the 1500 free at the world championships. We will let you know who wins the meet on our world channel at swimmingworld.com.
Innslag í 3-2 hin 6. oktober 2011 um landsdystin
Innslag í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya hin 6. oktober 2011, um fyrireikingarnar til komandi landsdyst ímóti Íslandi. Okkurt lítið óbetýðiligt óreglusemi í videoini, at hatta er Ægir og ikki landsliðið sum venur. Men meiningin er góð nokk 🙂
SwimmingWorld.TV um at vera klár til landsdystin
Gerið so væl, her er offisiella ‘event landing page’ hjá SwimmingWorld.TV, í sambandi við landsdystin Føroyar-Ísland 2011. Við skræddaraseymaðum búmerki frá Róa Winthereig á Føroyaprent. “Special thanks to Rokur Jakupsstovu, and Kringvarp Foroya for providing this content.” 😀
Íslendingarnir seinkaðir einar 3 tímar
Ein heilsan her til serliga tykkum ið skulu taka ímóti íslendingum har norðuri í Klaksvík:
Hey tit,
orsaka av tekniskum ávum er íslandsflogfarið seinkað.
Ístaðin fyri at lenda kl. 15.00 lendir tað kl. 18.00, so vit vænta bussin í Klaksvík umleið kl. 20.00.
Heilsan
Jon Hestoy
Kringvarpslýsing um landsdystin
Sjónvarpslýsing her sum Kringvarp Føroya hevur koyrt millum sendingarnar í nakrar dagar. Spennandi, nú er at vóna at høllin verður full har norðuri!