Rikke Møller Pedersen fær mált hæmoglobin í Flagstaff

Danski bringusvimjarin Rikke Møller Pedersen er her til kanning fyri hæmoglobin-virði í blóðinum, ímóti endanum av hæddarlegu í Leadville og Flagstaff, til at fáa staðfest hvussu nógv sovorðið hjálpir henni. Tíverri fáa vit ikki at vita úrslitið av hesum í hesi video, men áhugavert at síggja hvussu nógv danir leggja fyri, til at hjálpa sínum bestu.

Úttøkukappingin “Klaksvík Open” útsett eina viku

Frá svimjinevnd SSF:

Vegna serligar umstøður (Løgtingsval) hevur Svimjinevndin, í samráð við einstøku feløgini, gjørt av at svimjistevnan “Klaksvík Open” ið skuldi verða hildin í døgunum 29. og 30. oktober, í staðin verður hildin 5. og 6. november.

Við tað at henda stevna samstundis verður úttøkukapping til NJM og EM á stuttgeil, hevur aðalskrivari SSF’s, Djóni Dalsgarð, kannað eftir at tíðarfreistirnar eru í lagi.

Við svimjikvøðu

Svimjinevndin

Pál gull í 1500 frí á World Cup í Stockholm

Pál gull á World Cup í Stockholm 2011Pál Joensen megnaði her seinnapartin at vinna gull í 1500 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Stokkhólmi, við tíðini 14:52.00 væl frammanfyri serbiska Stefan Sorak á 15:06.57 og brasilska Marcos Oliveira á 15:13.19. Hetta gjørdist ein solosvimjing av teimum heilt stóru, har allir mótstøðumenn uttan Sorak vórðu yvirhálaðir við tveimum hyljalongdum, og har tað eftir teir fyrstu 800 heldur ikki var nakar ivi um hvør sum fór at vinna. Sí úrslitalistan her.
Continue reading Pál gull í 1500 frí á World Cup í Stockholm

Pál bronsu í 400 frí á World Cup í Stockholm 2011

Pál Joensen megnaði í dag at vinna sær bronsuheiðursmerki á stóru World Cup stevnuni í Stockholm, við tíðini 3:45.50 í 400 metra frísvimjing. Hetta var í harðari kapping við serbiska Stefan Sorak á 3:45.09 og kinesiska Zhongchao Zhang, eitt vet aftanfyri týska Paul Biedermann á 3:43.45.

DSC06584
Continue reading Pál bronsu í 400 frí á World Cup í Stockholm 2011

Pál í 400 frí finalu á World Cup í Stockholm 2011

Pál Joensen megnaði í morgun at svimja seg víðari til finaluna í 400 frí á World Cup í Stockholmi, sum verður nú seinnapartin umleið klokkan 15:40 føroyska tíð. Hann svam seg rættiliga trygt í finaluna, við næstbestu tíð av øllum, 2:49.11 aftanfyri serbiska Stefan Sorak á 3:48.62 og frammanfyri týska Paul Biedermann á 3:50.33.

DSC_6125

Okkara ungu svimjarar hava eisini allir roynt seg í morgun, Magnus Jákupsson í 100 rygg og 50 firvald, Birita Debes í 50 rygg og 50 frí, Óli Mortensen í 400 frí og Guðrun Mortensen í 50 frí. Tíðirnar vóru eitt sindur frá bestu tíðum, men stemningurin er tó góður í føroyska leirinum, tey eru fyrst og fremst við til at venja kapping á sovorðnum støði.

Sí úrslitalistar her. World Cup finalurnar kunnu síggja beinleiðis á netinum, sí t.d. www.svimjing.com/live

Jón skrivar og metir um á Suðurrás

Spennandi lesnaður her á Suðuroyarportalinum:

Pál Joensen sum seinastu 18 dagarnar hevur vant hjá heimsmeistaranum í 1.500m frí frá Perth (Australia) í 1991 Jørg Hoffmann úr Eysturtýsklandi, skal til hesa kappingina royna seg í 400 & 1.500m frí. Tað er allar fyrst 1.500m sunnudagin sum okur vilja hava skal ganga gott, tí hendan tíðin skal nýtast sum tilmeldingartíð til Evropameistakappingina á stuttgeil sum verður í Pólandi í desembur, Pál skal tá svimja 1.500m frí á sínum 21 ára føðingardegi.

DSC06529
Continue reading Jón skrivar og metir um á Suðurrás