Frans vann eisini 200 frí

Tað koyrir bara hjá føroyska Frans Johannsen, á donsku meistarastevnuni í svimjing. Í gjár vann hann greitt 400 frí, og í dag vann hann so meira tepurt 200 frí, við imponerandi 1:47.75 ímóti Søren Dahl á 1:47.84 og Daniel Skaaning á 1:48.39. Anders Lie varð nummar fýra við 1:49.22, sum heild ein skjótt kapping við fimm undir 1:50.

Frans vann 200 frí

Magnus 25.10 og nr 4 í 50 firvald

Magnus Jákupsson svam í finaluni á donsku meistarastevnuni í kvøld nágreiniliga líka skjótt sum í innleiðandi riðlunum í morgun, 25.10 har metið hjá honum er 24.70. Tað var nóg mikið til at verða nr 4, beint uttanfyri heiðursmerkini her millum seniorar. Í 200 blandað svam hann nakað seinni enn í morgun, 2:07.58 og nr 7 í kappingini í mun til 2:05.26 í morgun.

Magnus 2:05.26 og juniormet í 200 blandað

Magnus Jákupsson vann í morgun juniorsilvur á donsku meistarastevnuni á stuttgeil, við tíðini 2:05.26 í 200 blandað aftanfyri Martin Mathiesen á 2:03.64. Juniormetið hjá Magnusi var 2:08.25 frá Bergen Swim Festival í mai, so tað var ein greið betring, umframt hann nú nærkast við stórum stevnum føroyska metinum hjá Páli Joensen á 2:04.41. Og løtu seinni vann hann so silvur eisini í 50 firvald, við 25.10 aftanfyri Daniel Steen Andersen á 24.78. Har er føroyska metið hjá Magnusi 24.70. Og løtu seinni aftur vann hann so silvur í 50 rygg við 26.13, har metið hjá honum er 25.50.

Magnus hevur meldað frá rygg finaluni í kvøld, men luttekur í finaluni í 200 blandað og 50 firvald.

Frans smurdi Lie og hinar av í 400 frí

Tað var eitt satt ‘fornøjilsi’ at hyggja at DM-finaluni í 400 frí í kvøld, har føroyskt føddi Frans Johannesen sum outside’ari í kappingini legði avstað tíðliga, og í leypi av kappingini snøgt sagt vant burtur úr hinum, alt meðan viðmerkjarin mátti skifta frá at tosa um sínar favorittar. Frans vann greitt gull, við 3:46.16 ímóti Anders Lie á 3:51.07 og Viktor B. Bromer á 3:51.13, og kláraði við hesum eisini kravtíð til EM í Stettin í desember; so tað var ikki løgið at hann var glaður.

Frans Johannsen DM-gull í 400 frí

Magnus silvur eisini í 50 frí

Magnus megnaði her fyri løtu síðani at vinna juniorsilvur eisini í 50 frí, við tíðini 23.77 á DMK 2011. Besta tíð hjá honum í greinini er væl skjótari, 23.28 frá FM í vár, men tað sigur nakað um støðið hjá honum, at hann soleiðis komfortabult kann vinna silvur eisini her, eftir at hava vunnið bronsu í 100 blandað og silvur í 100 rygg sama morgun, sambært vælvitandi keldum ikki petti úthvíldur til hesa stevnu.

Magnus

Magnus 57.75 og juniormet í 100 blandað

Magnus Jákupsson hevur í morgun sett nýtt føroyskt juniormet í 100 metra blandaðari svimjing, tá ið hann við tíðini 57.75 vann bronsu á donsku juniormeistarastevnuni, og kvalifiseraði seg til seniorfinalu í kvøld (sum hann tó ikki luttekur í). Juniormetið hjá honum var 58.51 frá HS-stevnu í desember í fjør, meðan føroyska metið hjá Páli Joensen er 57.66.

Løtu seinni vann hann juniorsilvur í 100 rygg, við 56.37 eitt sindur frá føroyska metinum hjá sær frá Saint-Dizier í vikuskiftinum 55.33, aftanfyri Morten Bak Hansen sum setti nýtt danskt juniormet við 53.76. Her velur Magnus at luttaka eisini í seniorfinaluni í kvøld, sum 7. skjótasti svimjari, væntandi í harðari kapping við báðar Wildeboer-brøðurnar og aðrar.

Danska meistarastevnan á stuttgeil byrjar í morgin

Danir hava sum kunnugt sína meistarastevnu á stuttgeil nú í hesari vikuni, frá í morgin og til einaferð sunnudagin. Hon er avgerandi fyri donsku úttøkuna til NJM í Reykjavík og EM á stuttgeil í Stettin, og hartil verður tað eyka spennandi fyri okkum føroyingar, at sleppa at síggja Magnus Jákupsson í dysti ímóti dønum, fleiri ferðir styrkismettur til at enda ovarlaga í rúgvuni. Fylgið við á til dømis www.svimjing.com/live, frá í morgin klokkan 08:30.

Watch live streaming video from sportdk at livestream.com