Hon slapp at velja um vatnið skuldi vera fryst ella flótandi 🙂
Aksenova fallin væl til í Vági
Suðurrás hevur tosað við russisku Anastasiu Aksenova, sum hevur vant í Vági nú í skjótt 14 dagar, og eisini kappast ímóti føroyum á BankNordik-stevnuni seinasta leygardag. Hon sigur at har er gott og spennandi at vera, á kortinum kanska eitt sindur langt heiman í frá, men tó ikki verri enn at tað plagdi at taka familju hennara líka langa tíð at ferðast til hennara í Russlandi, sum tað nú tekur henni at ferðast heim. Og hon er altso komin her orsaka av venjaranum:
“Tað er rætt, at tað eru øgiliga nógvir elite-svimjarar í Russlandi, men tað eru ikki so nógvir venjarar, sum arbeiða við nýggjum venjingarháttum, eins og t.d. Jón Bjarnason ger, sigur Nastya. Eg havi vant á leið sama hátt seinastu 6 árini og hevði tørv á at koma víðari og royna nakað nýtt, soleiðis at eg kann menna meg enn meira sum svimjari, og hetta er tað, sum Jón kann hjálpa mær við”
Les meira her á Suðurrás
Pál góðar vónir til EM í Stettin
Sum kunnugt verður EM á stuttgeil í næstu viku, hósdag til sunnudag 8. til 11. desember 2012. Suðurrás hevur tosað við Pál um hansara vónir til kappingina, og tað ljóðar ikki heilt galið:
“Eg eri sera væl fyri í løtuni, sigur Pál, og eg eri eisini væl nøgdur við hvussu støðugt góðar tíðir eg havi svomið til venjing seinastu tíðina. Okur fara á 1.500 m. frí at svimja eftir einari tíð, sum skuldi verið góð nokk til at fáa heiðursmerki, men tað er sjálvandi altíð ringt at siga frammanundan, sigur Pál.”
Les meira her á sudurras.info
Magnus 55.03 og føroyskt met í 100 rygg
Magnus Jákupsson megnaði í 4×100 blandað stafettini hjá VAT í kvøld at svimja fyrstu 100 metrararnar rygg uppá 55.03 sekund, sum er nøjagtiga tríggir tíggjundapartar skjótari enn hansara føroyska met og juniormet á 55.33 frá Sain-Dizier nú 20. november. Imponerandi svomið, og seniorgull á donsku meistarastevnuni til unga havnarmannin, sum fyrsta álit í teirra síðstu stafett.
Magnus hevur við hesum sett 2 føroysk met og 5 juniormet á hesi stevnu, umframt tey 3 føroysku metini og juniormetini sum hann setti í Fraklandi farna vikuskifti. Hann hevur vunnið í øllum førum 1 seniorgull, 1 juniorgull, 6 juniorsilvur og 2 juniorbronsu, umframt 2 bronsuheiðursmerki har suðuri í Saint-Dizier. NJM verður spennandi, nú um góðar 2 vikur.
Magnus Jákupsson 2:00.71, føroyskt met og danskur juniormeistari í 200 rygg
Magnus Jákupsson megnaði júst nú at vinna donsku juniormeistarastevnuna í 200 metra ryggsvimjing, við nýggjum føroyskum meti og juniormeti 2:00.71. Ein rættiliga greið betring av føroyska metinum hjá honum á 2:01:08 frá FM/JM 2011, ið legst afturat hansara nýggju føroysku met í 50 og 100 rygg og 50 firvald frá Saint Dizier farna vikuskifti, og hansara nýggju juniormet í 100 og 200 blandað og 100 frí frá donsku meistarastevnuni nú. Tíðin hjá Magnusi var fimtbesta av øllum luttakandi íroknað seniorar, men hann hevur av einhvørjari orsøk tó avgjørt at melda frá finaluni í kvøld.
Løtu seinni vann hann eitt juniorsilvur afturat, hesuferð í 100 firvald, við tíð bara 6 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá sær, 54.66 har metið frá FM/JM 2011 er 54.60. Hetta var triðbesta tíð av øllum íroknað seniorar, men aftur her hevur hann valt at melda frá finaluni í kvøld.
Úrslit frá BankNordik stevnuni í dag, 26. november 2011
Sum kunnugt skipaði Suðuroyar Svimjifelag í dag fyri BankNordik-stevnu í Vági, eftir ætlan at vera í dag og í morgin, men nú stytt til ein dag, av tí at einans Havnar Svimjifelag møtti norðan í frá. Viðfestur er úrslitalistin og hagtalsfílur, legg til dømis til merkis ein harðan dyst ímillum russisku Anastasia Aksenova og føroysku Guðrun Mortensen, sum ‘Nastya’ vann 26.26 ímóti 26.55. Vit hoyra har suðuri frá at dagurin var harður fyri svimjararnar, við fullari skrá at avgreiða uppá éin dag; men fingu tó tvey føroyskt juniormet ímóti endanum av kappingini, Kristina Elin Thomsen 1:05.45 í 100 firvald, og SuSvim-dámur 1:51.33 í 4×50 frí.
SuSvim-gentur 1:51.33 og juniormet í 4×50 frí
Eftir ein langan og strævnan dag í hylinum í Vági, eydnaðist tað í kvøld dámunum úr Suðuroyar Svimjifelag at seta nýtt føroyskt juniormet í 4×50 metra frísvimjing, við tíðini 1:51.33 á BankNordik stevnuni nú, har metið hjá Ægir frá FM/JM 2011 var 1:52.71. Tær fýra vóru Guðrun Mortensen (26.86), Lív E. Eidesgaard (29.18), Kristina Elin Thomsen (27.50) og Tanja Skaalum (27.79).
Kristina Elin Thomsen 1:05.45 og juniormet í 100 firvald
13-ára gamla Kristina Elin Thomsen morlaði í kvøld føroyska juniormetið hjá gentum í 100 firvald, tá ið hon á BankNordik stevnuni í Vági svam teinin uppá 1:05.45 – 1,09 sekund skjótari enn juniormetið hjá Biritu Debes frá stevnu í Havn í desember 2010, og nú stutt niður til føroyska metið hjá Bjørg Seloy frá Oyggjaleikum 2009 á 1:04.88.
Magnus 50.82 og juniormet í 100 frí
Magnus Jákupsson megnaði í morgun at vinna juniorbronsu í 100 metra frísvimjing á donsku meistarastevnuni á stuttgeil, við nýggjum føroyskum juniormeti 50.82, har metið hjá honum frá FM í vár var 51.13. Talan var um rættiliga tætta kapping millum tríggjar teir fremstu, har Daniel Steen Andersen vann við 50.53, og næsti Morten Bak Hansen svam 50.55, meðan fjórði Thomas Steenberg svam 51.70.
Magnus hevur til nú sett 3 nýggj føroyskt juniormet á hesi meistarastevnu, fyrst í 100 blandað við 57.75, síðani í 200 blandað við 2:05.26, og so nú í 100 frí við 50.82. Í juniorkappingini hevur hann vunnið silvur í 50 og 100 rygg, 50 firvald og frí og 200 blandað, umframt bronsu í 100 frí og 100 blandað. Ikki so galin skurður fyri kapping uttan niðurtrapping.
Mie morlar alt sundur á DMK 2011
Juniorurin Mie Ø. Nielsen snøgt sagt hølvar alt av í teimum greinum sum hon luttekur í, á donsku meistarastevnuni á stuttgeil. Fyrst setti hon juniormet í 100 blandað í innleiðandi riðlunum við 1.01.55, og so lammaði hon tað niður á 59.97 í finaluni, og varð danskur seniormeistari frammanfyri Jeanette Ottesen, Rikke Møller Pedersen, Kathrine Holm Sørensen og Pernille Blume. Løtu seinni tók hon so juniormetið frá Pernille Larsen í 100 rygg við einum hálvum sekundi, tá ið hon vann 100 rygg eisini hjá seniorum við 58.86, við Pernille Larsen sum nummar 2 á 1:01.02.