Úrslit frá SMS jólastevnuni hjá HS hin 21. desember 2013

Viðfestur er úrslitalistin frá SMS Xmas Sprint stevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali í gjár, leygardagin hin 21. desember 2013. Ein hugnalig síðsta kapping í ár har bestu avrik vóru Markus Pauli Joensen 23.91 í 50 frí (611 FINA stig) og 59.84 í 100 blandað (610 FINA stig). Eg tók video av síðstu kappingini, 6×50 frí fyri lið har bæði venjari og leiðari eisini skuldu svimja; hon kemur um eina løtu.

Pál 7:39.69 og silvur í 800 frí á Duel in the Pool 2013

Pál Joensen megnaði nú seinnapartin at vinna sær silvurheiðursmerki í 800 metra frísvimjing, tá ið hann á Duel in the Pool holmgonguni Evropa móti USA í Glasgow svam teinin uppá 7:39.69. Eitt petti aftanfyri vinnaran Michael McBroom úr USA sum svam teinin uppá 7:33.99, men tó so eisini klárt frammanfyri amerikanska Michael Klueh sum vann kappingina í 400 metra frísvimjing í gjár. Pál hevur sostatt vunnið sær tvey altjóða silvurheiðursmerki hesa seinastu vikuna, í 1500 frí á EM í Herning síðsta leygardag, og so aftur silvur í 800 frí nú á Duel in the Pool.

Annars varð endaliga úrslitið av Duel in the Pool holmgonguni millum Evropa og USA, at USA vann so tepurt sum man kann, við 132 stigum í móti 131. Hetta aftaná at kappingin endaði javnt, og tí mátti avgerast í eini eyka 4×50 blandað stafett fyri mix lið, sum USA vann við 0,2 sekundum, 1:37.17 ímoti 1:37.37, har heimsmetið hjá Russlandi frá í síðstu viku var 1:37.63. USA harvið enn ósigrað í hesum holmgongum.

Pál 3:45.80 og nr 8 í 400 frí á Duel in the Pool 2013

Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í 400 metra frísvimjing fyri menn, á “Duel in the Pool” holmgonguni í Glasgow millum USA og Evropa. Hann varð nummar 8 av teimum 8 sum svumu 400, við tíðini 3:45.80, ella so gott sum sama tíð sum hansara 3:45.74 í 400 á EM í Herning í farnu viku. Í morgin skulu teir svimja 800 frí, sum liggur væl betri fyri hjá Páli.

So er tað holmgongan millum USA og Evropa

GG! Malan heilsar úr Glasgow, at setanin sambært skrá har byrjar kl 18.50 FO (Glasgow) tíð, og at Pál svimur 400 frí kl 20.35.

Í morgin klokkan 18:15 føroyska tíð byrjar “Duel in the Pool” stevnan í Glasgow millum USA og ‘European Allstars’, har í millum ein er Pál Joensen. Sí heimasíðuna her, har til ber at síggja skrá, beinleiðis úrslit og yvirlit yvir sjónvarpsrásir sum senda frá tiltakinum.


Video frá tá ið Pál vann silvur á EM á stuttgeil 2013 í Herning

Norska svimjisambandið hevur filmað og lagt út video frá EM-finalunum á stuttgeil 2013, sum tey nýta til at greina hvussu teirra egnu og tey bestu svimja. Niðanfyri er videoin frá 1500 metra finaluni, har Mads Glæsner er í reyðum buksum á geilini nærmast okkum, og Pál (eina góða løtu :-P) í hvítari hettu á fjórnærmastu geil. Hesar videoir eru herligar, eisini tí at man betur hoyrir lívið í høllini, í mun til tá ið viðmerkjararnir tosa útyvir á til dømis TV2.

Nú flaggar á Oyrunum

Tíðindaskriv frá www.svimjihollin.com

Nú er Føroya fyrsti langhylur reistur og Merkið veitrar inni á Oyrunum.

Seinastu sperrurnar eru lagdar á norður síðuni. Og tak-elementini eru longu løgd á suður síðuni.
Nú verður farið undir at leggja tak-element á norður síðuna og síðani verður tak lagt á.

Fleiri myndir eru á www.svimjihollin.com

2013-12-16 langhylurin reistur

Pál 14.35.99 og silvur á EM á stuttgeil í Herning

Tit vita tað longu, men latum okkum bara staðfesta tað aftur. Pál Joensen vann í gjárkvøldið silvurheiðursmerki í 1500 metra frísvimjing, við tíðini 14.35.99 aftanfyri Ungarska Gergely Gyurta 14:30.26 og frammanfyri Italska Gabriele Detti 14:36.43. Eg tók feil; 400 meturin og 1500 meturin vóru verri enn so líka, og í staðin sóu vit ein nýggjan Pál Joensen svimja við ørvísi og heilt øgiliga undirhaldandi taktikki, har hann legði varliga út og so legði press á mótstøðuna í ‘miðróðrinum’. Fantastiskt.

_MG_5502

Mynd: Pia Ellegaard. Gev gætur at hon ikki kann endurnýtast uttan loyvi frá henni