Vegna ov lítla undirtøku, eru vit tíverri noydd at fyribils útseta FINA dómaraskeiðið sum skuldi verða hin 7. til 9. mai 2021, til í fyrsta lagi einaferð í heyst.

Vegna ov lítla undirtøku, eru vit tíverri noydd at fyribils útseta FINA dómaraskeiðið sum skuldi verða hin 7. til 9. mai 2021, til í fyrsta lagi einaferð í heyst.

So er Aldursbólkameistarastevnan 2021 liðugt avgreidd, har okkara yngstu aldursbólkar svumu seg til nógv góð úrslit. Øll úrslitini síggjast her á livetiming.se, umframt at øll kappingin sæst á YouTube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya

Av tí at tíðin var ríkilig í morgun, so royna vit okkum nú seinnapartin við einum ‘finaluriðli’ til hvønn aldursbólk. Tað vil siga, at síðstu riðlarnir eru skipaðir soleiðis, at hvør aldursbólkur hevur sín egna riðil, har heiðursmerkini tá allarhelst verða avgjørd. Og um tað ikki verður ov drúgt, so verður tað skipanin fyri rest.
Í morgin ári byrjar Aldursbólkameistarastevnan 2021, har einir 78 av okkara evnaríkastu ungu svimjarum fara at royna seg, hesar tríggjar dagarnar í Klaksvíkar Svimjihøll. Høllin er gjørd klár til kapping, og vit ætla at stroyma frá allari stevnuni.
Sameindu Tjóðir heitir nú á øll lond um gera átøk til at umganga druknivanlukkur, sum lýst í hesum fyrimyndarreglum sum vórðu einmælt samtyktar av ST í gjár. Samstundis verður 25. juli nú framyvir alheims dagur til fyribyrging av druknivanlukkum, við enska heitinum “World Drowning Prevention Day”.
Lesi t.d. her í Dhaka Tribune

Her eru startlistarnir til AldursBólkaMeistarstevnuna 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Ægir í Klaksvíkar Svimjihøll, nú fríggjadagin 30. apríl til og við sunnudagin 2. mai. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se
Tilsamans eru tey einir 78 svimjarar – 36 dreingir og 42 svimjarar – úr okkara 6 feløgum, sum ætla at royna seg tilsamans 486 ferðir sum einstaklingar og 35 ferðir sum lið, hesar tríggjar dagarnar í Klaksvík.

Dansk Svømmeunion hevði í dag sín árliga aðalfund, við metstórari luttøku nú stríðsval var millum verandi nevnd og onnur sum ynsktu hesi frá, og har eitt møguligt misálit eisini var á skránni.
Tilsamans vóru tey eini 137 feløg sum luttóku, har atkvøðan um misálit endaði við 230 ímóti, 143 fyri og 23 blonkum atkvøðum, meðan kampvalið um formanspostin endaði við at 57% atkvøddu fyri Piu M. Johansen sum ikki stuðlaði misálitinum.
Tá ið so valið um formann varð avgjørt, valdu hini uppreistrarfólkini at trekkja sína uppstillingar til írestandi postar, so at tey afturvaldu og nývaldu vóru frá veinginum sum ikki ynsktu misálit.
Lesið t.d. her á DR og her á Ekstra Bladet
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Norðurlendsku Meistarastevnu fyri Ung, sum verður í Klaipėda í Litava frá 10. til 11. juli 2021.
Gevið gætur, at hendan ferðin bara verður gjøgnumførd í tann mun sum koronastøðan loyvir tí, har serliga almennu ferðatilmælini eru avgerandi.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur

Tað er aðalfundur í danska svimjisambandinum í morgin, har eitt høvuðsevni er uppskot um misálit frá 26 feløgum á sitandi starvsnevnd, og annars kampval um allar postar í starvsnevndini.

Sitandi formaður hevur longu langt síðani fráboðað, at hann fer frá, og nú í dag hava so svimjararnir á ‘det Nationale TræningsCenter’ skrivað eitt opið bræv til feløgini, um at tey so í øllum førum ikki hava álit á sitandi starvsnevnd.
Sí eisini Jyllands-Posten, Ekstra Bladet, DR og TV2
Tilfar um aðalfundin sæst her á heimasíðuni hjá Dansk Svømmeunion, har víst verður til eisini valfundir hin 15. og 19. apríl, har hesi ymisku sum stilla upp fingu forklárað seg.
Continue reading Svimjararnir á NTC heita nú á feløgini um at fella sitandi nevnd í Dansk SvømmeunionSignhild Joensen royndi seg í kvøld í A-finaluni í 200 metra ryggsvimjing á Danish Open 2021, og varð har nr 4 við tíðini 2:18.62. Sí úrslitalistan her
Signhild eigur sjálv føroyska metið á 2:14.01, frá Danish Open í 2017.
Hervið er Danish Open avgreitt fyri Signhild Joensen á hesum sinni, og er næsta avbjóðing hjá henni EM í Budapest í mai mánaða.