Sophie Edington setti í dag nýtt heimsmet í 50 rygg hjá kvinnum, tá ið hon á avstralsku úttøkustevnuni til olympisku leikir svam teinin á 27.67 sekund. Emily Seebohm setti sum kunnugt heimsmet í greinini í gjár við 27.95, men nú er hon so betrað við trimum tíggjundapørtum afturat. Lesið her á SwimInfo.
Category: Kapping
9 heimsmet, éin felagsnevnari
Vit hava umrøtt tað fyrr her á heimasíðuni, men nú stendur tað so svart upp á hvítt her á SwimNews. Tey 9 heimsmetini í ár hava øll éin felagsnevnara: Nevniliga nýggja Speedo LZR Racer svimjidraktin.
Bernard betrar um sítt met í 100 frí
Hann setti heimsmet í gjár við 47.60 í semifinaluni, og betrar so í finaluni í dag um metið til 47.50. Svenski Stefan Nystrand varð nummar tvey við 48.40, og italski Filippo Magnini varð nummar trý við 48.53. Lesið her á SwimInfo.
2 heimsmet í Avstraliu í dag
Avstralska úttøkan til Olympisku Leikir byrjaði við einum braki í morgun, tá ið fyrst Stephanie Rice tók langbana heimsmetið í 400 blandað frá amerikansku Katie Hoff (4:31.46, gamla metið var 4:32.89), og unga Emily Seebohm síðani gjørdist fyrsta kvinna undir 28 sekund í 50 rygg (27.95, amerikanska Hayley McGregory átti ‘gamla’ metið á 28.00).
Her er metið hjá Seebohm og samrøða við gentuna aftaná
og her er metið hjá Rice
Evropeiskt met til Drymonakis
Grikkin Ioannis Drymonakos leyp frá alheims 23. bestu tíð til næstbestu, tá ið hann í gjár setti evropeiskt met í 200 firvald á langbana. Bara Michael Phelps er betri. Nýggja metið hjá Drymonakos er 1:54.16, har franski Franck Esposito átti gamla metið á 1:54.62, og besta tíðin hjá Drymonakos sjálvum var 1:56.47 áðrenn EM. Lesið her á SwimNews.
Zueva tók metið aftur frá Manaudou
Í gjár tók franska Laure Manaudou metið frá russisku Anastasia Zueva í 100 rygg við tíðini 59.50, tá ið tær svumu semifinalur á evropameistarastevnuni í Eindhoven, men í dag tók Zueva so metið aftur frá Manaudou við tíðini 59.41. Lesið her á SwimNews.
Nýtt heimsmet í 100 frí hjá monnum
Franski Alain Bernard hevur tikið heimsmetið hjá Pieter van der Hoogenband í 100 frí á langbana. Nýggja heimsmetið er 47.60, har gamla hjá Hoogenband frá 2000 var 47.84. Og Bernard hevur enntá eina roynd til góðar afturat, við tað at hetta var í semifinaluni á evropameistarastevnuni í Eindhoven. Lesið her á SwimInfo.
Manaudou sett evropeiskt met í 100 rygg
Franska Laure Manaudou svam í gjár teinin í tíðini 59.50, tá ið tey svumu semifinaluna í Eindhoven 2008. Í dag fær hon so møguleika at gerast fyrsta kvinna sum verður tríggjar ferðir evropameistari í somu grein. Lesið her á SwimNews og her á SwimInfo.
Evropeiskt met til Alexander Dale Oen
Bæði norski Alexander Dale Oen og franski Hugues Duboscq fóru undir minuttin í 100 bringu á langbana í dag, tá ið Alexander svam 59.76 og Duboscq 59.78. Norðmaðurin setti harvið fyrsta evropeiska met hjá einum norðmanni nakrantíð , og varð eisini fyrsti norski mannligi evropameistari (Irene Dalby varð evropameistari í 1991). Russiski Roman Sludnov átti gamla metið á 59.95, sum hann setti í 2001. Lesið her á SwimNews.
(eingin video at finna enn, men her er ein prát við hann eftir 200 bringu…)
Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum
Hálendsku Inge Dekker, Ranomi Kormowidjojo, Femke Heemskerk og Marleen Veldhuis hava við tíðini 3:33.62 sett nýtt langbana heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum, á evropameistarastevnuni í Eindhoven í gjár. Hetta var ein betring uppá næstan 2 sekund, í mun til gamla metið á 3:35.22 frá 2006, sum týskarar áttu. Lesið her á SwimInfo.
Eg havi ikki funnið nakra videobrot enn av hálendsku gentunum, men her er Stefan Nystrand eftir at svensku mennirnir vunnu gull í somu grein:
OK, nú (20. mars) havi eg funnið eina italska video. Fantastiska flott