Elspa valdi 200 rygg frá í morgun

Tíðindaskriv frá SSF

Tey siga úr Danmark at hon er væl fyri aftur, eftir at hava verið ússalig teir seinastu dagarnar; men valdi tó at spara seg í morgun, við tað at hon allíkavæl var í so langt frá HM kravtíðini í 200 rygg. So nú er síðsti kjansur hjá henni at seta kravtíð til heimsmeistarastevnuna í Rom, teir 100 rygg í 4×100 blandað stafett fyri WestSwim, seinnapartin í dag.
Continue reading Elspa valdi 200 rygg frá í morgun

Elspa vunnið sítt triðja silvurheiðursmerki á Danish Open 2009

Tíðindaskriv frá SSF

Elspa Mørkøre megnaði í dag at svimja seg til enn eitt silvurheiðursmerki, hesuferð í 50 rygg, har hon fyrr á hesi donsku meistarastevnu hevur vunnið silvurheiðursmerki í 100 rygg og 400 frí, umframt bronsuheiðursmerki í 200 frí. Tíðin hjá henni var 29.56 sekund í hesum 50 rygg, har vinnarin Pernille Larsen hevði tíðina 29.20 sekund. Vit hoyra úr Danmark at Elspa hevur verið so væl fyri, hesar seinastu dagarnar, men hon má so royna alt tað hon kann, aftur í morgin, tá ið hon skal svimja 200 rygg, umframt 100 rygg í stafett fyri WestSwim. Hetta hon skal klára at kvalifisera við danska landsliðnum til heimsmeistarastevnuna í Rom í summar.
Continue reading Elspa vunnið sítt triðja silvurheiðursmerki á Danish Open 2009

Enn eitt silvurheiðursmerki til Elspu

Hesuferð var tað heilt tætt ímillum hana og Pernille Larsen, men Pernille vann so teir 50 rygg við tíðina 29.20, og Elspa vann enn eitt silvurheiðursmerki við 29.56. Elspa hevur vunnið 3 silvurheiðursmerki, í 50 rygg, 100 rygg, og 400 frí, umframt eitt bronsuheiðursmerki í 200 frí. Og eftir er so 200 rygg í morgin, har hon aftur er styrkismett sum nummar 2, umframt 4×100 blandað, har hon væntandi fer at royna enn einaferð eftir kravtíðina til heimsmeistarastevnuna í Rom.

Pál Joensen er (sum væntað) favorittur at vinna 800 frí

Mads Glæsner hevur spart 800 frí burtur, hesuferð, og Pál Joensen er tí klárur favorittur at vinna 800 frí. Jon Rud svam gott nokk bara 2 sekund spakuligari enn Pál, í teimum 800 innleiðandi, og betraði seg frá 8:24.56 til 8:21.96. Men Pál svam róligt, 8:19.79 har besta tíð hjá honum er 7:56.90, og spurningurin er tí mest, um Pál man fara eftir norðurlendska metinum hjá Mads Glæsner, frá Ballerup í februar 2009, sum er 7:56.21.

Her eru tað Jón og Jón og ‘Dallin’ sum eru ‘re-live’

(video strikað) Continue reading Pál Joensen er (sum væntað) favorittur at vinna 800 frí

Pál svam skjótt men Mads svam skjótari

Tíðindaskriv frá SSF

Tað gjørdist sum væntað ein øgiligur kampur millum teir báðar Pál Joensen og Mads Glæsner, tá ið teir í dag kl 16 svumu 1500 metra frí finalu, á donsku meistarastevnuni í Esbjerg. Pál legði hart út og førdi so gott sum allan vegin, við Mads undir liðini, inntil Mads eftir umleið 1200 metrum setti eyka ferð á og sleyt seg frá Pál, við ófatiligum splitt-tíðum sum til dømis 56.11 sekund teir síðstu 100 metrarnar. Pál gjørdi fyri so vítt ongan feil, og fór við tíðini 15:02.80 eisini undir tað nú fyrrverandi norðurlendska metið hjá Mads Glæsner, sum var 15:03.33 frá OL í Beijing í 2008. Men Glæsner svam enn skjótari, og gjørdist við nýggjum meti á 14:58.55 fyrsti norðurlendingur nakrantíð undir 15 minuttir. Vit frætta tó úr Esbjerg at Jón Bjarnason er heilt væl nøgdur, og væntar at Pál fer at koppa Mads, tá ið hann um nakrar mánaðir hevur havt møguleika at venja í langhyli.

Pál & Mads Glæsner1

(Pál og Mads Glæsner, eftir teir 1500 í Esbjerg. © Jón Bjarnason 2009)
Í eftirfylgjandi kapping setti Shaila millum Garðarnar føroyskt met í 50 frí, við tíðini 27.32 sekund, har hennara gamla met frá donsku meistarastevnuni í fjør var 27.48. Ein tíð sum tíverri var akkurát ov stutt til at náa at koma í finaluna í morgin.
Continue reading Pál svam skjótt men Mads svam skjótari

Mads fór undir 15

Tað var ein øgiligur kampur ímillum teir báðar Pál Joensen og Mads Glæsner, tá ið teir kl 16 í dag svumu finalu í 1500 frí, á donsku langhyljameistarastevnuni í Esbjerg. Pál førdi so gott sum allan vegin upp til 1200 metrar, við Mads undir liðini, inntil Mads gjørdi eitt rykk og sleyt seg framum. Fantastiskar tíðir hjá báðum, har Pál setti ótrúligt føroyskt met við 15:02.80, í mun til teir 15:18.37 í Beograd í fjør, og í mun til norðurlendska metið hjá Mads fram til í dag, sum var 15:03.33 frá OL í Beijing. Men Mads slapp at verða fyrsti norðurlendingur nakrantíð undir 15 minuttir, við nýggjum norðurlendskum meti, 14:58.55. Flott Mads!
Continue reading Mads fór undir 15

Shaila víðari til hálvfinalu í 50 frí

Shaila svam seg til eitt innleiðandi 9. pláss í 50 frí, við tiðini 27.54, 6 hundrapartar frá hennara bestu tíð, og er harvið komin víðari til hálvfinalurnar seinnapartin. Hildur á Fløtti svam eisini ógvuliga skjótt, 28.87 sekund, har kravtíðin til Oyggjaleikir er 28.28. Jón Hofgaard og Dánjal Martin Hofgaard svumu ikki heilt upp til sínar tilmeldingartíðir í 50 bringu; men Elspa er so víðari sum nr 2 í 50 rygg, og Poula Ø. Mohr betraði í somu grein um sína bestu tíð, frá 34.21 í januar til 33.27 í dag.

Í 100 bringu gekk tað eitt sindur misjavnt hjá føroysku kvinnunum, í øllum førum um man hyggur at tilmeldingartíðunum. Katarina betraði gott nokk meira enn 1 sekund um sína bestu tíð, frá 1:21.54 til 1:20.17, men Malan dragnaði frá 1:17.30 til 1:21.43, og tær høvdu nokk báðar ætlað sær at svimja um oyggjaleikakravtíðina á 1:17.56. Tað gekk heldur ikki so væl hjá Monu, sum svam 4:39.17 í 400 frí, har hennara besta tíð er 4:34.47. Men Elspa kom so víðari sum nummar 1 í 400 frí hjá kvinnum, frammanfyri Lotte Friis, ið sum kunnugt vann bronsu í 800 frí á OL í Beijing.

Seinnapartin verða tað altso Pál Joensen í 1500 frí finalu ímóti Mads Glæsner kl 16:00, Shaila millum Garðarnar í 50 frí hálvfinalu umleið kl 17:10, og Elspa Mørkøre í 400 frí finalu ímóti Lotte Friis umleið kl 18:14. Fylgið við á www.svimjing.com/live

Shaila setti føroyskt met, 3. dag á DM 2009

Tíðindaskriv frá SSF

Shaila millum Garðarnar setti í dag, hósdag 9. apríl, føroyskt met í 100 metra firvald, tá ið hon á donsku meistarastevnuni svam teinin í tíðini 1:08.36, har metið hjá henni frá Reykjavík International í januar var 1:08.52. Harvið hava føroyingarnir nú sett 5 met á Danish Open 2009: Pál í 100, 200 og 400 frí, harav 200 tvær ferðir í innleiðandi og finalu, og Shaila í 100 firvald. Lesið annars frágreiðing frá Jón Bjarnasyni, venjarum teirra, á www.susvim.com
Continue reading Shaila setti føroyskt met, 3. dag á DM 2009