Pál svam skjótt men Mads svam skjótari

Tíðindaskriv frá SSF

Tað gjørdist sum væntað ein øgiligur kampur millum teir báðar Pál Joensen og Mads Glæsner, tá ið teir í dag kl 16 svumu 1500 metra frí finalu, á donsku meistarastevnuni í Esbjerg. Pál legði hart út og førdi so gott sum allan vegin, við Mads undir liðini, inntil Mads eftir umleið 1200 metrum setti eyka ferð á og sleyt seg frá Pál, við ófatiligum splitt-tíðum sum til dømis 56.11 sekund teir síðstu 100 metrarnar. Pál gjørdi fyri so vítt ongan feil, og fór við tíðini 15:02.80 eisini undir tað nú fyrrverandi norðurlendska metið hjá Mads Glæsner, sum var 15:03.33 frá OL í Beijing í 2008. Men Glæsner svam enn skjótari, og gjørdist við nýggjum meti á 14:58.55 fyrsti norðurlendingur nakrantíð undir 15 minuttir. Vit frætta tó úr Esbjerg at Jón Bjarnason er heilt væl nøgdur, og væntar at Pál fer at koppa Mads, tá ið hann um nakrar mánaðir hevur havt møguleika at venja í langhyli.

Pál & Mads Glæsner1

(Pál og Mads Glæsner, eftir teir 1500 í Esbjerg. © Jón Bjarnason 2009)
Í eftirfylgjandi kapping setti Shaila millum Garðarnar føroyskt met í 50 frí, við tíðini 27.32 sekund, har hennara gamla met frá donsku meistarastevnuni í fjør var 27.48. Ein tíð sum tíverri var akkurát ov stutt til at náa at koma í finaluna í morgin.
Continue reading Pál svam skjótt men Mads svam skjótari

Mads fór undir 15

Tað var ein øgiligur kampur ímillum teir báðar Pál Joensen og Mads Glæsner, tá ið teir kl 16 í dag svumu finalu í 1500 frí, á donsku langhyljameistarastevnuni í Esbjerg. Pál førdi so gott sum allan vegin upp til 1200 metrar, við Mads undir liðini, inntil Mads gjørdi eitt rykk og sleyt seg framum. Fantastiskar tíðir hjá báðum, har Pál setti ótrúligt føroyskt met við 15:02.80, í mun til teir 15:18.37 í Beograd í fjør, og í mun til norðurlendska metið hjá Mads fram til í dag, sum var 15:03.33 frá OL í Beijing. Men Mads slapp at verða fyrsti norðurlendingur nakrantíð undir 15 minuttir, við nýggjum norðurlendskum meti, 14:58.55. Flott Mads!
Continue reading Mads fór undir 15

Shaila víðari til hálvfinalu í 50 frí

Shaila svam seg til eitt innleiðandi 9. pláss í 50 frí, við tiðini 27.54, 6 hundrapartar frá hennara bestu tíð, og er harvið komin víðari til hálvfinalurnar seinnapartin. Hildur á Fløtti svam eisini ógvuliga skjótt, 28.87 sekund, har kravtíðin til Oyggjaleikir er 28.28. Jón Hofgaard og Dánjal Martin Hofgaard svumu ikki heilt upp til sínar tilmeldingartíðir í 50 bringu; men Elspa er so víðari sum nr 2 í 50 rygg, og Poula Ø. Mohr betraði í somu grein um sína bestu tíð, frá 34.21 í januar til 33.27 í dag.

Í 100 bringu gekk tað eitt sindur misjavnt hjá føroysku kvinnunum, í øllum førum um man hyggur at tilmeldingartíðunum. Katarina betraði gott nokk meira enn 1 sekund um sína bestu tíð, frá 1:21.54 til 1:20.17, men Malan dragnaði frá 1:17.30 til 1:21.43, og tær høvdu nokk báðar ætlað sær at svimja um oyggjaleikakravtíðina á 1:17.56. Tað gekk heldur ikki so væl hjá Monu, sum svam 4:39.17 í 400 frí, har hennara besta tíð er 4:34.47. Men Elspa kom so víðari sum nummar 1 í 400 frí hjá kvinnum, frammanfyri Lotte Friis, ið sum kunnugt vann bronsu í 800 frí á OL í Beijing.

Seinnapartin verða tað altso Pál Joensen í 1500 frí finalu ímóti Mads Glæsner kl 16:00, Shaila millum Garðarnar í 50 frí hálvfinalu umleið kl 17:10, og Elspa Mørkøre í 400 frí finalu ímóti Lotte Friis umleið kl 18:14. Fylgið við á www.svimjing.com/live

Shaila setti føroyskt met, 3. dag á DM 2009

Tíðindaskriv frá SSF

Shaila millum Garðarnar setti í dag, hósdag 9. apríl, føroyskt met í 100 metra firvald, tá ið hon á donsku meistarastevnuni svam teinin í tíðini 1:08.36, har metið hjá henni frá Reykjavík International í januar var 1:08.52. Harvið hava føroyingarnir nú sett 5 met á Danish Open 2009: Pál í 100, 200 og 400 frí, harav 200 tvær ferðir í innleiðandi og finalu, og Shaila í 100 firvald. Lesið annars frágreiðing frá Jón Bjarnasyni, venjarum teirra, á www.susvim.com
Continue reading Shaila setti føroyskt met, 3. dag á DM 2009

Pál bestu tíð í 1500 innleiðandi á DM í Esbjerg

Tíðindaskriv frá SSF

Pál Joensen hevur nú av álvara prógvað seg sum gullmerkjakanditat í 1500 frí, eftir at hann í morgun, hósdag 9. apríl, helt Mads Glæsner aftanfyri seg, allar teir 1500 metrarnar í innleiðandi riðlunum av 1500 frí. Finalan verður í morgin, fríggjadag 10. apríl kl 16:00, har millum annað Jón Bjarnason, venjari hjá Pál, væntar at vinnarin fer at seta í minsta lagi norðurlendskt met, og kanska enntá fer at fara undir 15 minuttir í 1500 metrar á langhyli, sum fyrsti norðurlendingur nakrantíð.

Pál & Frans Johannesen

Pál og Frans Johannesen, á DM í Esbjerg. © Jón Bjarnason 2009
Continue reading Pál bestu tíð í 1500 innleiðandi á DM í Esbjerg

Elspa vann silvur, men manglar kravtíðina

Elspa Mørkøre vann sum væntað silvurheiðursmerki í 100 rygg á donsku meistarastevnuni í Esbjerg í dag, men kláraði tíverri ikki at náa kravtíðina til HM í Rom í summar. Hon skuldi svimja 1:01.86, men svam 1:02.74. Allar súðir eru tó ikki syftar enn, við tað at hon hevur bæði 200 rygg og 400 frí eftir á skránni, umframt serliga stafettina í 4×100 blandað, har hon sum ryggsvimjari fær eisini eina offisiella einstaklingatíð, í 100 rygg.

Pál og Mads fara eftir norðurlendska metinum í morgin

Hetta heldur Jón Bjarnason, í viðmerking her á svimjing.com, og spurningurin er tí mest um hvør av teimum nær at verða fyrsti norðurlendingur undir 15 minuttir í 1500 frí í langhyli. Bjarnason heldur sjálvur at Pál sá frískari út eftir 1200 í teimum 1500, enn Mads, og vit kunnu eisini staðfesta at munurin á teimum í 200 og 400 frí er tódnaður so mikið nógv, at grafurin hjá mær frá november í fjør kanska fer at halda allíkavæl.

1500betringar

(Her stutthyljatíðir, sum eru nakað væl skjótari enn langhyljatíðir)
Continue reading Pál og Mads fara eftir norðurlendska metinum í morgin

Pál bestu tíð í 1500 innleiðandi

Teir svumu ikki við fullari ferð, og splitt-tíðirnar siga tí ikki so nógv annað, enn at Mads valdi at liggja undir liðini á Pál allan vegin, inntil Pál at enda dró frá. Kanska tí at Mads ikki ætlaði sær meira enn 2. pláss, ella kanska tí at Mads mátti uppgeva at taka Pál í spurtinum. Latum okkum vóna, at talan var um tað seinna 🙂
Continue reading Pál bestu tíð í 1500 innleiðandi