Lea 1:12.91 og føroyskt met í 100 bringu

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open svam seg til úrslitið 1:12.91. Hon átti sjálv metini á 1:14.06, frá NMU í fjør. Sí úrslitalistan her

Lea á Danish Open 2025. Maja Højsted eigur myndina

Jonna til Bergen Swim Festival 2025

Árliga Bergen Swim Festival byrjar nú fríggjamorgunin hin 4 apríl, við luttøku av eisini Jonnu Joensen (2005) úr Ægir, sum her luttekur við Aalborg Svømmeklub. Sí Swimify

Úrslit frá Bergen Swim Festival fara at kunna síggjast her á Swimify
Stroymað verður her á SuperLive

Continue reading Jonna til Bergen Swim Festival 2025