Tær fýra Guðrun Mortensen, Helena S. Sævarsdóttir, Shaila millum Garðarnar og Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag megnaðu á Føroyameistarastevnuni í dag at seta nýtt føroyskt met í 4×50 metra frísvimjing, við tíðini 1:47.37, har metið hjá Ægir frá Ægir-stevnu í februar var 1:48.47. Hetta í einum øgiligum endaspurti, sum SuSvim vann við éinum hundraðparti frammanfyri Ægir. Sí úrslit her.
Category: Kapping
Pál terpar millum riðlar á FM 2012
Pál Joensen terpar søgu millum 200 frí og 200 firvald innleiðandi riðlar á FM/JM 2012. Ikki so at vera svimjistjørna og ganga til eksamiu alt í senn 🙂
Ægir-dreingir 1:39.83 og juniormet í 4×50 frí
Teir fýra Heðin L. Olsen, Hjørtur á Fløtti, Alvi Hjelm og Sigmund Mørkøre settu í morgun nýtt føroyskt juniormet í 4×50 metra frísvimjing fyri lið, tá ið teir á FM/JM 2012 vunnu juniormeistarastevnuna við tíðina 1:39.83, frammanfyri HS-juniorar á 1:40.15 og SuSvim-juniorar á 1:41.58. HS-dreingir áttu metið á 1:41.75 frá FM/JM í fjør. Sí úrslit her.
HS-menn 3:28.93 og føroyskt met í 4×100 frí
Teir fýra Magnus Jákupsson, Bartal Hestoy, Óli Mortensen og Pauli Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 4×100 metra frísvimjing, við tíðini 3:28.93 har metið hjá HS frá FM í fjør var 3:30.32. Sí úrslit her.
Ægir-kvinnur 4:27.11 og føroyskt met í 4×100 blandað
Tær fýra Birita Debes, Turið S. Christiansen, Astrið Foldarskarð og Cecilia W. Eysturdal úr Ægir settu fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing, við tíðini 4:27.11 har metið hjá Ægir frá FM í fjør var 4:27.59. Sí úrslit her.
Magnus 55.94 og føroyskt met í 100 blandað
Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt føroyskt met og juniormet í 100 metra blandaðari svimjing, við tíðini 55.94 frammanfyri Pál Joensen á 57.69, har metið hjá Páli frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009 var 57.66. Sí úrslit her.
Eyðun Húsgarð 50 ár
Fólk sungu í morgun fyri Eyðun Húsgarð, formaður í Havnar Svimjifelag, og ynsktu honum til lukku við 50-ára degnum, sum var mikudagin.
Tríggjar stafettir diskaðar í éinum riðli
Tríggjar stafettir vórðu diskaðar tá fyrri riðil í 4×100 blandað hjá kvinnum varð svomin í morgun. Á geil 3 og 5 tjóvstartaðu svimjarar hjá Suðuroy Gentur og Hs1. Seinni í onnur vending bleiv FLOT-svimjarin á geil 2 diskaður fyri at svimja á búkinum. Sostatt fingu bert Ægir á geil 4 góðkenda tíð í riðlinum og juniorheiðursmerki í morgun.
Video: Ægir-dreingir seta juniormet í 4×100 frí
Teir fýra úr Ægir, Alvi Hjelm, Sigmund Mørkøre, Hjørtur á Fløtti og Heðin L. Olsen, síggjast á geil 4. Tíðin hjá teimum var 3:41.20. Á geil 3 er HS2 (Magnus Jákupsson, Tummas J. Danielsen, Markus Joensen og Óli Mortensen) og meðan Suðringar (Eyðbjørn Joensen, Sofus Bech, Høgni Simonsen og Hjarnar Randrup) eru á geil 2. Tíðirnar hjá HS2 og Suðringum vóru ávikavist 3:43.88 og 3:50.68.
Ægir-dreingir 3:41.20 og juniormet í 4×100 frí
Teir fýra Alvi Hjelm, Sigmund Mørkøre, Hjørtur á Fløtti og Heðin L. Olsen úr Ægir settu í morgun nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing við tíðini 3:41.20 har metið hjá HS frá juniormeistarastevnuni í fjør var 3:46.09. Sí úrslit her.