Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna sær sítt triðja gullheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2024, tá ið hann í A-finaluni í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 3:50.31. Sí úrslitalistan her

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna sær sítt triðja gullheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2024, tá ið hann í A-finaluni í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 3:50.31. Sí úrslitalistan her
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna sær eitt gull afturat á donsku juniormeistarastevnuni 2024, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 15:11.97. Sí úrslitalistan her á Swimify
Ein rúgva av heimsmetum hava verið sett í seinastuni, á stuttgeil nú aftaná OL og sum upptakt til HM á stuttgeil í Budapest í desember. Fyrst varð eitt sett á avstralsku meistarastevnuni og eitt á ‘dual meet’ stevnu í USA, og síðani hava minst sjey verið sett á World Cup stevnum í Fjareystri.
Við fyrivarni fyri at onkur kanska er gloymdur, so eru tað hesi sum hava svomið seg til frægastu nál í skipanini hjá Svimjisambandi Føroya, síðani gullnálin við stjørnu kom afturat í 2010 …
Líggjas Joensen (2008, Ægir) svam seg fyri løtu síðani til flott silvurheiðursmerki á donsku juniormeistarastevnuni 2024, tá ið hann í A-finaluni í 200 metra frísvimjing varð nr 2 við tíðini 1:48.24, aftanfyri Lucas Linderoth á 1:47.71. Sí úrslitalistan her
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í morgun at svimja seg víðari til finalu í 200 frí á donsku juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2024, tá ið hann í innleiðandi riðlunum svam skjótast av øllum, 1:49.83. Sí úrslitalistan her
Tíðin var stórt persónligt met hjá Líggjasi, í mun til 1:50.62 frá VestDanske í Aarhus fyrst í hesum mánaði. Líggjas er nú næstskjótasti føroyingur nakrantíð í hesi grein, aftanfyri Pál Joensen (1990, SuSvim) á 1:46.61.
Líggjas Joensen (2008, Ægir) vann fyri løtu síðani gull á donsku juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2024, tá ið hann í 800 frí svam seg til úrslitið 7:55.67, frammanfyri Sander F. H. Johnsen á 7:56.05 og Mathias Hald á 8:12.97. Sí úrslitalistan her á Swimify
Hetta vikuskiftið verður danska juniormeistarastevnan á stuttgeil, við luttøku av eisini Líggjasi Joensen. Stevnan er í Svømmestadion Danmark í Esbjerg, og sær tað út til at Líggjas hevur góðan kjans til heiðursmerki. Sí Swimify
Sí eisini svoem.org, sum leinkjar til stroyming (afturfyri gjaldi) her á tv.svoem.dk. Stevnan byrjar í morgin kl 09:30, og heldur áfram til sunnudagin hin 3. november.
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Ægir Open, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 26. og sunnudagin 27. oktober 2024. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify og her á SwimRankings
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti nú seinnapartin stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir Open í Klaksvíkar Svimjihøll svam seg til úrslitið 2:34.89. Sí úrslitalistan her