Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti í dag flott føroyskt met í 100 metra bringusvimjing, tá ið hon í finaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2024 svam seg til úrslitið 1:10.07. Hetta omaná at hava sett met eisini á dupulta teininum í gjár.
Rætting: Isak er enn juniorur, so hansara føroyska met er eisini juniormet
Hóast ikki alt gekk eftir vild í dag, so megnaðu føroyskir svimjarar at heinta okkum gull á NM og silvur á NJM, umframt flott føroysk met og juniormet. Sí úrslitini her á Swimify
Tey eru væl og virðiliga liðug at avgreiða dagsins innleiðandi riðlar á NM/NJM 2024, og fingu vit har aftur svimjarar víðari til finalur, umframt nøkur persónlig met.
Nú fyrsti dagur er avgreiddur av trimum, á hesi Norðurlendsku Meistarastevnu og JuniorMeistarastevnu, kunnu vit staðfesta at avrikið longu er so mikið gott, at vit skulu langt aftur í bøkurnar til at finna nakað líknandi.
NJM-gull í 400 frí fyri menn, NJM-bronsu og stórt føroyskt met í 200 bringu fyri kvinnur, og NM-bronsu og risastórt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí fyri menn.
Vónandi fáa tey hvílt nóg væl, til dyst aftur í morgin og ovurmorgin.
Teir fýra Bartal, Heini, Isak og Líggjas megnaðu í kvøld at svimja seg til bronsu og risastórt føroyskt landsliðsmet í 4 ferðir 200 metra frísvimjing fyri menn, tá ið teir í finaluni svumu seg til samlaða úrslitið 7:22.67. Sí úrslitalistan her á Swimify
Teir sum svumu í kvøld, vóru Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 1:51.02, Heini M. Askham (2006, Ægir) 1:53.45, Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) 1:50.23 og Líggjas Joensen (2008, Ægir) 1:47.97.
Føroyska landsliðsmetið var 7:38.64 áðrenn hetta, frá NM/NJM í Oulu í Finnlandi í 2018. Altso ein betring á eini 15,97 sekund, ella knøpp 4 sekund í part.
Føroyar bronsu í 4×200 frí á NM 2024. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði í kvøld at svimja seg til stórt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing, tá ið hon í finaluni á NJM 2024 svam seg til úrslitið 2:31.59. Sí úrslitalistan her á Swimify
Lea átti sjálv føroyska metið á 2:33.17, frá FM á stuttgeil í november mánaða, umframt tað áðrenn sum var 2:34.89 frá Ægir Open í oktober mánaða.
Lea bronsu í 200 bringu á NJM 2024. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í kvøld at vinna gull á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2024, tá ið hann í finaluni í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 3:50.73. Sí úrslitalistan her á Swimify
Hetta er fyrsta føroyska gullmerki á NM/NJM síðani 2019, og fyrsta á NJM síðani 2011.
Líggjas gull í 400 frí á NJM 2024. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Norðurlendska Meistarastevnan byrjaði við innleiðandi riðlum í morgun, og fingu vit nakrar svimjarar víðari til finalur bæði á NM og NJM 2024, umframt nøkur persónlig met.
Líggjas Joensen (2008, Ægir) og Lea O. Højsted (2008, Ægir) liggja væl fyri til heiðursmerki; men kappingin er hørð.
Hartil hava Isak Brisenfeldt (2006, HS) og Áki Eliassen (2006, HS) sjálvsagt ein kjans, við tað at teir komu víðari til finalu.
Tað gongur strálandi hjá føroysku svimjarunum á Køge Open 2024 í Køge og Herfølge, og fari eg tí at royna at gera eitt yvirlit her. Kanska onkur rættar, um okkurt heiðursmerki er gloppið ella skrivað skeivt.
Í morgin ári byrjar Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2024, við luttøku av eisini 14 føroyskum svimjarum. Kappast verður morgun og kvøld í tríggjar dagar, sunnumorgun 1. til týsdag 3. desember, við beinleiðis stroyming her á SvømTV, og startlistum og úrslitum her á Swimify