NM/NJM 2024 millum bestu nakrantíð

Rætting: Isak er enn juniorur, so hansara føroyska met er eisini juniormet

Vit skulu langt aftur í søgubøkurnar, til at finna eina Norðurlendska Meistarastevnu og JuniorMeistarastevnu har føroyskir svimjarar stóðu seg so mikið væl, sum hesar tríggjar dagarnar nú í Vejle.

úrslistalistarnar her

Landsliðshópurin á NM/NJM 2024. Rúna Jakobsen eigur myndina
Continue reading NM/NJM 2024 millum bestu nakrantíð

Frálíkur triði dagur á NM/NJM 2024

Triði og síðsti finalupartur varð avgreiddur í dag á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2024, har eisini føroyingar gjørdu vart við seg. Tvey føroysk met og eitt silvurmerki, sí úrslitini her á Swimify

Føroyar landsliðsmet í 4×100 frí. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Continue reading Frálíkur triði dagur á NM/NJM 2024

Føroyar 3:21.75 og stórt føroyskt landsliðsmet í 4×100 frí

Teir fýra Bartal, Heini, Isak og Líggjas megnaðu í kvøld at seta stórt føroyskt landsliðsmet í eisini 4×100 metra frísvimjing, tá ið teir í finaluni á NM 2024 svumu seg til samlaða úrslitið 3:21.75. Sí úrslistalistan her

Hetta var omaná landsliðsmetið í 4×200, fyrradagin, og í forleingilsi av føroyska metinum hjá Bartali her sum fyrsti maður í hesari 4×100 frí stafettini. Gamla metið var 3:26.08, frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019.

Føroyar landsliðsmet í 4×100 frí. Gunnvá Thomsen eigur myndina

Bartal 49.95 og fyrsti føroyski svimjari undir 50 í 100

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at seta søguligt føroyskt met, tá ið hann í finaluni í 4×100 metra frísvimjing sum fyrsti svimjari hjá føroyska liðnum svam seg til úrslitið 49.95 sekund. Sí úrslitalistan her

Føroyska metið var 50.04, sum fyrst Pál Joensen (1990, SuSvim) svam á Oyggjaleikum á Álandi í 2009, og síðani Bartal tangeraði á FM á stuttgeil í november mánaða.

Bartal fyrsti føroyski svimjari undir 50 í 100. Gunnvá Thomsen eigur myndina

Isak 1:59.39 og gull og stórt føroyskt met í 200 firvald á NJM 2024

Rætting: Isak er enn juniorur, so hetta var eisini juniormet

Isak D. Brisenfeldt vann í dag norðurlendskt gull og setti stórt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á NM/NJM í Vejle svam seg til úrslitið 1:59.39. Sí úrslitalistan her á Swimify

Isak gull og føroyskt met á NM 2024. Gunnvá Thomsen eigur myndina