HMJ 2025 verður í Otopeni í Rumenia

Altjóða svimjisambandið World Aquatics samtykti í leypi av HM á stuttgeil 2024, at HM fyri juniorar 2025 verður í Otopeni í Rumenia hin 19. til 24. august 2025.

Hetta er stevna sum vit ofta hava lopið um, tí hon liggur stutt aftaná summarfrítiðina, og er lutfalsliga dýr at luttaka á, uttan serligar stuðulsmøguleikar.

Starvsnevnd SSF hevur ikki enn tikið støðu til møguliga luttøku í 2025

HS-dreingir 1:49.52 og nýtt føroyskt juniormet í 4×50 blandað

Eitt dreingjalið hjá Havnar Svimjifelag megnaði nú leygardagin hin 14. desember at seta stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×50 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, tá ið teir hjá SMS Jólasprint 2024 svimu hendan teinin uppá tilsamans 1:49.52, har metið hjá Suðuroyar Svimjifelag frá 2019 var 1:52.64.

Teir sum svumu fyri HS, vóru Óli Mikkelsen (2008, 50 rygg á 28.42), Silas Dam Lindberg (2008, 50 bringu á 31.77), Áki Eliassen (2006, 50 firvald á 25.86) og Jóni J. Strøm (2006, 50 frí á 23.67)

HS-dreingir juniormet í 4×50 blandað. Fríði Dam Lindberg eigur myndina