Jon Hestoy fekk silvurnál í Budapest

Jon Hestoy fekk fyrradagin handað silvurnál frá evropeiska svimjisambandinum, á “LEN Family Dinner” her í leypi av EM í Budapest. Hetta er fyri trúgva tænastu í havsvimjingini, har hann hevur luttikið nú tilsamans sjey ferðir sum dómari, síðani hann í 1998 gjørdist “LEN Technical Open Water Swimming Committee Member”.

Her á myndini stendur Jon saman við Sven Egil Folvik aðalskrivara og Nory Kruchten forseta í LEN.

Jon Hestoy silvurnál frá LEN

[Image courtesy of Deepbluemedia.eu/G.Scala]

Alshammar og Ottesen 1-2 í 50 firvald

Svenska Therese Alshammar vann fyri løtu síðani gull í 50 firvald á EM í Budapest, við donsku Jeanette Ottesen á øðrum plássi. Tíðirnar vóru 25.63 og 25.69, har Tessan í hálvfinaluni setti stevnumet við 25.50. Svenska Sarah Sjostrøm var eisini heilt nær einum heiðursmerki, við tíðini 26.14 og einum 4. plássi, har bronsumerkið fór til fronsku Melanie Henique við 26.09. Sí úrslit her á omegatiming.com

Dale Oen aftur stevnumet í kvøld

Norski Alexander Dale Oen megnaði aftur í kvøld at betra um sítt stevnumet, tá ið hann á evropameistarastevnuni í Budapest svam 100 bringu finaluna uppá 59.20, har hann í hálvfinaluni í gjár svam 59.29. Hetta er sjálvsagt tí eisini enn enn meira skjótasta tíð í heiminum í ár. Sí úrslit her á omegatiming.com.

Budapest 2010 European Championships

[Image courtesy of Deepbluemedia.eu/G.Scala]

Lacourt nýtt evropamet í 100 rygg

Franski Camille Lacourt hevur júst nú gjørt nakað av tí sum varð hildið at vera ógjørligt í rættiliga langa tíð framyvir, tá ið hann á evropameistarastevnuni í Budapest setti nýtt evropeiskt met í 100 rygg. Tíðin hjá honum var 52.11, har evropametið hjá týska Helge Meeuw frá HM í Rom í 2009 var 52.27. Heimsmetið hjá amerikanska Aaron Piersol er nú heldur ikki so langt burtur, á 51.94 frá amerikansku meistarastevnuni í Indianapolis í juli í 2009. Sí úrslit her á omegatiming.com.

Ljóðbrot frá tveimum samrøðum við KVF í dag

Jón Bjarnason tosar her við Kringvarp Føroya í tíðindasendingini á døgverða:

Budapest 2010 – Bjarnason ÚF 10082010 by svimjing

Fyrr í morgun tosaði eg sjálvur við Kringvarpið í sendingini Summarmorgun:

Budapest 2010 – Rókur í ÚF 10082010 by svimjing
Continue reading Ljóðbrot frá tveimum samrøðum við KVF í dag

WADA kannar nú málið um Muñoz

SwimNews.com skrivar í dag at altjóða antidopingsambandið WADA hevur biðið FINA um at fáa tilfarið í málinum um tá ið spanski Rafael Muñoz Pérez ikki var at finna til dopingtest í heyst. Tey vilja vita hví at FINA loyvir sær at síggja burtur frá teirri eini ferðini av trimum, tá ið Munoz ikki var at finna, við umbering frá lækna um at Muñoz var sálarliga óstabilur um tað mundi. Eftir øllum at døma krevja reglurnar at man ikki er at finna tríggjar ferðir, áðrenn man fær dóm fyri at umganga dopingreglurnar. Um WADA kærir avgerðina hjá FINA til CAS, og fær viðhald, so kann Muñoz sum kunnugt fáa upp í 2 ára karantenu.

Dale Oen er nú ovast á alheims styrkilistanum

Norski Alexander Dale Oen svam í dag 100 metra bringusvimjing uppá 59.29 sekund, í hálvfinaluni á EM í Budapest. Hetta er klárt skjótari enn hansara EM stevnumet á 59.76 frá EM í Eindhoven í 2008, og hartil næstskjótasta tíð svomin nakrantíð uttan superdrakt, har amerikanski Brendan Hansen í 2006 svam 59.13. Dale Oen er triði maður undir minuttin í ár, men klárt tann skjótasti. Hinir báðir eru Ryo Tateishi við 59.84 og Kosuke Kitajima við 59.91, báðir úr Japan. Les her á SwimmingWorld Magazine.

Fraklendingar gjørdu tað igen-igen

Fyri triðju ferð á rað hevur Frakland megnað at tapa eina av teimum heilt stóru finalunum, hóast skírdir sikrir vinnarar. Fyrstu ferð var ímóti USA á OL í Beijing, har Bernard fekk skyldina, men har orsøkin nokk fyrst og fremst var vánaligur taktikkur hjá teimum venjarum og leiðarum sum seta stafettina. Fyri aðru ferð var á HM í Rom í fjør, tá ið teir aftur taptu ímóti USA og Russlandi. Og nú megnaðu teir so at tapa ímóti Russlandi á EM í Budapest.
Continue reading Fraklendingar gjørdu tað igen-igen