Pauli Ø. Mohr svimur her 50 frí á evropameistarastevnuni í Budapest. Tíðin 24.68 er klárt besta tíð hjá honum í svimjibuksum, og tangering av bestu tíð hjá honum frá tíðini við superdraktum.
Author: rokur
Imponerandi videoir frá Arena
Har koyra nakrar ordiliga stuttligar lýsingar á stórskíggjunum beint áðrenn kappingina í Budapest, har man millum annað sær tveir lívbjargarar bjarga einum strandaðum og tí hálvdeyðum firvaldasvimjara út í aftur havið. Finni tær ikki á netinum enn, men her er so ein onnur:
Lotte vann bæði 800 og 1500 frí
Danska Lotte Friis vann beint nú finaluna í 1500 metra frí, á evropameistarastevnuni í Budapest. Hon vann eisini 800 metrar frí, fyrradagin, og er sostatt tvífaldur evropameistari í langteinasvimjing, hóast hon áðrenn stevnuna kallaði skránna fyri eitt “lorteprogram“. Trupulleikin við skránni á EM í Budapest er nevniliga, at bæði menn og kvinnur skuldu svimja 800 og 1500 metra frí innleiðandi og finalur uppá bara fýra dagar, heldur enn at spjaða tað út yvir teir sjey dagarnar sum hóast alt eru til kappingar her á EM. Tíðin hjá Lotte var besta tíð í heiminum í ár, sum aftur prógvar høga støðið í evropeiskari og norðurlendskari langteinasvimjing.
[Heiðursmerkjavinnararnir í 800 frí, fyrradagin. Image courtesy of Deepbluemedia.eu/G.Scala]
Continue reading Lotte vann bæði 800 og 1500 frí
100 prosent succés í Budapest
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pauli Ø. Mohr megnaði aftur í dag at svimja upp til sína bestu tíð, hesu ferð í 50 metra frí, og hevur sostatt saman við Páli betrað seg í øllum sum føroyingar yvirhøvur svomu í Budapest. Hetta er einastandandi úrslit, tá ið hugsað verður um at superdraktirnar nú eru burtur, og at flestu av hinum londunum tí hava stórar trupulleikar við at liva upp til gomul úrslit.
Pál fimtbestur í heiminum í 800 frí
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen gjørdist í gjár nummar fimm í finaluni á evropameistarastevnuni í Budapest, við fimtbestu tíð í heiminum í ár. Tíðin 7:53.11 rakk til eitt flott føroyskt met, og Pál megnaði sostatt at betra seg í báðum EM kappingum sum hann luttók í.
Ein 800 metur í absoluttum heimsklassa
800 meturin í dag var snøgt sagt eitt fantastiskt upplivilsi, har menn løgdu sjúkliga skjótt út, og aðrir so tóku yvir. Estiski professarin Rein Haljand var skjótur at nevna fyri mær, á Coaches Clinic aftaná, at fyrst nú skilti hann hví avstraliarar vóru so glaðir fyri 800 meturin. At hann hevði alt, uttan at vera so drúgvur sum teir 1500, og so skjótt yvirstaðin sum tað stutta.
Nágreiniliga hvussu góður hesin 800 metur var, listar SwimmingWorld Magazine upp her á heimasíðu síni. Haldið fast, tað kravdi fimtbestu tíð í heiminum í ár, at gerast fimtbesti svimjari í finaluni. Ja netupp, tað merkir, at nummar 1 svam bestu tíð í ár, nummar 2 svam næstbestu, og so framvegis. Evropa eigur 800 meturin !
Continue reading Ein 800 metur í absoluttum heimsklassa
And a 100 percent reason to remember the name !
Jú, mús eitur “egér” á ungarskum
Tit minnast kanska greinina her um ungarsku Krisztinu Egerszegi, sum var einaráðandi i ryggsvimjing síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum. Hon varð kallað “Eger” á ungarskum, sum skal merkja mús, kanska vegna byrjanin uppá hennara eftirnavn, hennara unga aldur, og tí at hon var so lítil.
Og jú, Bjarnason og eg rendu okkum inn í nakrar “fehér egér” á shoppingtúri í gjár, sum merkir “hvít mús”:
Pauli nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pauli Ø. Mohr setti í morgun nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, í innleiðandi riðlunum á EM í Budapest. Tíðin 31.39 er flott nýtt føroyskt met við so gott sum einum sekundi, har metið hjá Dánjal Martini Hofgaard frá Reykjavík International Games í 2008 var 32.36.
Continue reading Pauli nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing
Okkara Pál á pallinum í Budapest
Her eru myndir higani av www.europeanchampionships.org, courtesy of Deepbluemedia.eu/G.Scala