Um tað var nøkur bók sum varð nevnd í Budapest, so var tað nýggja bókin hjá danska Rasmus Ankersen “Opdragelse af en vinder – pace dine børn til succes og selvværd“. Hon var við í Canet og Budapest, og lá á skift á borðinum hjá Bjarnasyni, Páli og Thurid. Og Bjarnason nevndi ferð eftir ferð, at hann kundi fyri tann skyld hava skrivað hana sjálvur, so nær lá hon at hugburðinum runt venjingina hjá Páli. Her niðanfyri er tað rithøvundurin sjálvur, sum greiðir frá hví hann ikki heldur at talent hevur týdning.
Author: rokur
Nú eru vit yvir 1000 sum ynskja 50 metra svimjihyl nú
Tað gongur skjótt hjá Facebook bólkinum “50 metra svimjihyl nú“, sum Petur Mohr Reinert stovnaði einaferð í síðstu viku. Um tú ikki ert komin uppí enn, men ynskir ein betri hyl í tínum umhvørvi, so kom uppí og ger tína meining galdandi 🙂
Nobody wants to be Mr Suit
EM í Budapest var sum kunnugt eitt fýrverkari av ‘bestu tíðum í heiminum í ár’, har tíðirnar í heilum komu niður ímóti heimsmetunum í superdrakt. Ein áhugaverd viðmerking kom frá eysturríkska Markus Rogan, at øll ræðast at verða kalla “Mr. Suit”, og tí venja sum svøk. Fólk vænta nú veruliga heimsmet aftur, og væntaðu eisini okkurt á EM, sum tó tíverri gjørdist bara beint við.
Continue reading Nobody wants to be Mr Suit
Føroyskir triathletar gera um seg á Ironman teininum
Fýra føroyingar luttóku í gjár í Copenhagen Challenge, sum er triathlon á Ironman-teininum, tvs. 3.8 km svimjing, 180 km súkkling og 42 km renning. Andrass Joensen megnaði at koma á mál í tíðini 9:55:05, sum rakk til eitt fimtapláss í hansara aldursbólki, menn 45-49 ár, har sjálvur fyrrverandi súkklarin Rolf Sørensen gjørdist nr 8. Evald Rasmussen. Evald Rasmussen gjørdist nr 42 í sínum aldursbólki við 12:09:22, og Kári Simonsen nr 66 við 13:11:20. Hjá kvinnunum megnaði Annelisa Justensen við tíðini 13:08:46 at gerast nr 18 í aldursbólkinum 25-29 ár. Í leypi av tiltakinum varð eisini føroyska Karina Ottesen heiðrað fyri sítt silvurheiðursmerki á Ironman-teininum í Klangenfurt tann 3. juli, har hon kvalifiseraði seg til Ironman á Hawaii við tíðini 9:34.50.
Bye bye Budapest
So gekk leiðin endiliga heim aftur, eftir eina frálíka viku í Budapest. Ógvuliga hóskandi koyrdu vit á flogvøllin við ‘babbasa autotól’, klokkan heilt ógvuliga tíðliga í morgun, bæði føroyska og ungarska tíð.
Forza Cate !
Italska Caterina Giacchetti átti heilt greitt ídnastu fjepparar á EM í Budapest, sum her á videoini vóru møtt upp til innleiðandi riðlarnar í 200 firvald. Hon kláraði at koma víðari til semifinalu og finalu, har hon í finaluni gjørdist nummar 7 av 8. Tey eru øll í T-shirt við áskriftini “Forza Cate”, og áttu bæði skeltini aftanfyri, ein stóran bannara at rulla út, og ein veruligan stóran bannara at rulla út.
Eru tað pengarnir sum skapa Pál Joensen?
Nú øll eru á gosi um søguliga avrikið í Budapest, so eru tað eisini tey sum eru skjót at taka sær part í heiðurinum, ella at seta spurnartekin við um ikki onnur høvdu kunnið rokkið tað sama, um pengarnir vóru farin til tey og teirra áhugamál, heldur enn til Pál. Til tað havi eg bara tað at siga, at fyrra søguliga avrikið í Beograd varð gjørt so gott sum útilokandi við fígging frá Páli og hansara familju, frá Jón Bjarnasyni og frá Suðuroyar Svimjifelag. Svimjisambandið betaldi sjálvsagt fyri sjálvan túrin til Beograd tá, men restin var eginfígging. Um onkur noyddi meg at skula taka éin faktor burtur frá verkætlanini runt Pál – Pál, Jón ella pengarnar frá landinum – so hevði tað uttan at blunkað verið pengarnir!
Continue reading Eru tað pengarnir sum skapa Pál Joensen?
Pál kundi fingið ein 50 metra hyl í morgin, um viljin veruliga var har
Tá ið vit tosa um at fáa 50 metra hyl í Føroyum, so er næsti setningur næstan konsekvent, at tað kemur at kosta 60 ella 70 ella kanska yvir 100 milliónir krónur, tí at tað er prísurin fyri eitt svimjistadion. Men ynskið hjá Jón Bjarnasyni er faktiskt nógv meira einfalt og avmarkað, at fáa 2 geilir á 50 metrar til bara svimjivenjing, til ein prís og við eini verkætlan sum ger at vit kunnu fáa nyttu av hylinum nærmast beinanvegin, heldur enn at skula bíða eftir eini stórari byggiverkætlan.
Continue reading Pál kundi fingið ein 50 metra hyl í morgin, um viljin veruliga var har
Nú skal Pál í fjøllini at ganga
Jón Bjarnason fortaldi mær í gjár, tá ið eg skrivaði tíðindaskriv um teir 800, at Pál í fyrstuni fer at venja éina ferð um dagin í hylinum, tá ið hann kemur heim av feriu, umframt einaferð á landi. Og har er landvenjingin serliga gongutúrar í fjøllunum, til at styrkja beinini.
Video: Pauli 50 bringu á EM í Budapest
Pauli Ø. Mohr setur her føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á evropameistarastevnuni í Budapest. Tíðin 31.39 var betring við nærum einum sekundi, í mun til gamla metið hjá Dánjal Martini Hofgaard frá Reykjavík International Games í 2008 á 32.36. Maðurin á geil 8 er forrestin Roman Sloudnov, fyrsti maður nakrantíð undir 1 minutt í 100 metra bringusvimjing á langgeil.