Kappingarhylurin á Rhodos er so mikið skeivur, at geil 1 er 10 cm styttri enn geil 8. Tað vil siga, at munurin gerst 6 metrar á 1.500 m teininum. Hylurin er so mikið yvirgrógvin við algum, at ein svimjari hevur ríslað á botnin: “Isle of Man woz here”.
Matthew Price skrivar í sínum bloggi, at hóast fólkini á Rhodos eru sera fitt og hjálpsom, hava tey als ikki skilt, hvat skal til fyri at skipa fyri einum slíkum tiltaki.
Author: bartal
Jersey ætlar at vinna á Guernsey í svimjing
Svimjarir úr Jersey skulu hava so nógv heiðursmerki sum møguligt, “tí hjá okkum ræður um at vinna á Guernsey”. Soleiðis segði Emma Glendenning í eini samrøðu stutt undan leikunum.
Sjálv var hon við til at tryggja Jersey tvær bronsur í ávikavist 50 m blandaðu stafettini og 100 m blandaðu stafettini hjá kvinnum. Báðu ferðirnar vunnu tær á Guernsey. Ella sum Andrew Blake sigur: “Beating Guernsey is always a must.”
Liðleiðarin hjá Jersey, Neil Faudemer, metir Guernsey, Isle of Wight og Isle of Man sum vandamiklastu kappingarneytarnar hjá Jersey í svimjing.
Fyribils støðan í svimjing er annars:
Continue reading Jersey ætlar at vinna á Guernsey í svimjing
Beinleiðis frá svimjikappingunum á Rhodos
Triatletarnir eru fluttir
Rókur lat væl at fríggjadagin, tá tey vóru komin uppá pláss á Rhodos, men tað var stokkut gleði, tí longu leygardagin vóru tey noydd at flyta aftur. Fyriskiparnir hava so dyggiliga kludrað í tí. Tað er óvist um Rókur finnur ein nýggjan netveitara.
Alt er ikki klárt á Rhodos
Meðan vit bíða…
Ímeðan vit bíða eftir at hoyra frá føroyingunum á Rhodos muga vit lána tilfar frá øðrum keldum.
Veðrið á Rhodos er gott. Tey hava 30 hitastig og bakandi sól. Súkklarar úr Jersey hava roynt kappingarteinin, ið er 120 km langur við brekkum upp í 10% hall (hallið niðan á Eiðisskarð úr Funningi er í miðal 6,8%). Tíbetur eru tey lokalu fólkini fús í at koma við eina kalda, hjálpandi hond.
Vónandi finna Rókur og Ottar ókeypis tráðleyst net her, so vit kunna fáa fersk tíðindi teimum. Continue reading Meðan vit bíða…

Isle of Man búgvar 