Tey byrja aftur við innleiðandi riðlum frá kl 10 Orkney og føroyska tíð
Author: admin
Ein góður fyrsti dagur á Oyggjaleikum 2025
Fyrsti dagur er farin afturum á svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2025, og gekk tað bara heilt gott hjá okkara svimjarum. Eini tvey føroysk met varð tað til, umframt tvey føroysk landsliðsmet, eitt føroyskt juniormet og tvær gull, tríggjar silvur og tríggar bronsur
Og tá settu svimjararnir tvey føroysk met, eitt juniormet og eitt landsliðsmet eisini í innleiðandi riðlunum, so at tey tilsamans vórðu fýra føroysk met, tvey føroysk juniormet og trý føroysk landsliðsmet.
- 1500 frí menn – Líggjas gull og Silas bronsu
- 400 blandað kvinnur – Jóhanna nr 5
- 200 firvald menn – Isak gull, Silas nr 6
- 100 firvald kvinnur – Jóhanna nr 5
- 100 bringa menn – Bartal silvur og føroyskt met, Jón nr 4
– Bartal setti eisini føroyskt met í innleiðandi - 50 bringa kvinnur – Lea bronsu og føroyskt met og juniormet
– Lea setti eisini føroyskt met og juniormet í innleiðandi - 50 rygg menn – eingin føroysk luttøka
- 200 frí kvinnur – Alisa silvur
- 200 blandað menn – Isak silvur
- 4×50 frí kvinnur – Føroyar bronsu og føroyskt landsliðsmet
– Kvinnurnar settu eisini føroyskt landsliðsmet í innleiðandi - 4×50 blandað menn – Føroyar nr 4 og føroyskt landsliðsmet

Føroysku kvinnurnar bronsu og landsliðsmet í 4×50 frí á Oyggjaleikum 2025
Føroysku kvinnurnar megnaði í dag at vinna bronsu og seta føroyskt landsliðsmet á Oyggjaleikum 2025, tá ið tær í 4×50 frí svumu seg til úrslitið 1:46.71. Landsliðsmetið var 1:46.77 frá í morgun, og áðrenn tað 1:46.86 frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019. Sí úrslitalistan her

Sabina Poulsen eigur myndina
Alisa silvur í 200 frí á Oyggjaleikum 2025
Alisa Vestergård (2003, SuSvim) megnaði í dag at vinna silvur á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í 200 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 2:04.98. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:04.29 frá Oyggjaleikum á Guernsey í 2023. Sí úrslitalistan her

Sabina Poulsen eigur myndina
Lea bronsu og føroyskt met og juniormet í 50 bringu á Oyggjaleikum 2025
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna bronsu og seta føroyskt met og juniormet á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í 50 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 32.22. Hon átti sjálv metini á 32.42 frá í morgun, og áðrenn tað 32.64 frá FM á stuttgeil 2024. Sí úrslitalistan her

Sabina Poulsen eigur myndina
Bartal silvur og stórt føroyskt met í 100 bringu á Oyggjaleikum 2025
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at vinna silvur við stórum føroyskum meti á Oyggjaleikum 2025, tá ið hann í 100 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 1:00.51. Hann átti sjálvur føroyska metið á 1:01.85 frá í morgun, og áðrenn tað á 1:02.08, frá FM á stuttgeil 2024. Sí úrslitalistan her

Sabina Poulsen eigur myndina
Isak gull í 200 firvald á Oyggjaleikum 2025
Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) megnaði í dag at vinna gull í 200 metra firvaldasvimjing á Oyggjaleikum 2025, við tíðini 1:59.46. Hann eigur sjálvur føroyska metið á 1:59.39, frá NM/NJM 2024. Sí úrslitalistan her

Sabina Poulsen eigur myndina
Líggjas gull og Silas bronsu í 1500 frí á Oyggjaleikum 2025
Teir báðir Líggjas Joensen (2008, Ægir) og Silas Dam Lindberg (2008, HS) megnaðu í dag at vinna ávikavíst gull og silvur í 1500 metra frísvimjing á Oyggjaleikum 2025, sí úrslitalistan her

Sabina Poulsen eigur myndina
Stroyming frá fyrsta finaluparti á Oyggjaleikum 2025
So er tað nú kl 18, at fyrstu finalur verða á svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2025
Sera góður fyrsti morgun á Oyggjaleikum 2025
Tey hava avgreitt fyrsta stevnupart á Oyggjaleikum 2025, og gekk tað yvirhøvur sera gott hjá okkara svimjarum. Hóast talan sikkurt ofta var um svimjing til fyrst og fremst at koma víðari til finalurnar, so svumu okkara í heilum heilt skjótt, til m.a. tvey føroysk met, eitt føroyskt juniormet og eitt føroyskt landsliðsmet

