Luttakaralistarnir til HM 2025 síggjast nú her á Omegatiming, sum sjálvsagt benda á harða kapping. Tilsamans eru tey 1027 svimjarar (583 menn og 444 kvinnur) og 210 lið (stafettir) úr 203 londum sum fara at kappast hesar 8 dagarnar í Singapore.

Luttakaralistarnir til HM 2025 síggjast nú her á Omegatiming, sum sjálvsagt benda á harða kapping. Tilsamans eru tey 1027 svimjarar (583 menn og 444 kvinnur) og 210 lið (stafettir) úr 203 londum sum fara at kappast hesar 8 dagarnar í Singapore.

Nú seinnapartin fara 4 føroyskir svimjarar og 2 venjarar/leiðarar undir longu ferðina beinleiðis frá Oyggjaleikum á Orkney, til HM 2025 í Singapore. Luttakaralistarnir síggjast her hjá World Aquatics, sum sjálvsagt benda á harða kapping, men eisini møguleika hjá okkara at kunna plasera seg í topp-32




Her er roynd at lista upp tey met sum okkara svimjarar settu á Oyggjaleikum 2025, umframt tey heiðursmerki sum tey vunnu.

Jóhanna Ólavsdóttir (2007, Ægir) megnaði í gjár at seta føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon í finaluni á Oyggjaleikum 2025 svam seg til eitt fjórðapláss við tíðini 2:19.67. Jana B. Thomsen átti metið á 2:19.92, frá FM á stuttgeil í 2017. Sí úrslitalistan her

Í dag var tað kanska eitt sindur meira ‘stong út’ enn vit høvdu vónað – men tilsamans er tað gingið væl á hesum Oyggjaleikum, og framá síðani seinast. Eitt gullheiðursmerki varð tað til, umframt 2 silvur og 4 bronsur, umframt 1 føroyskt met og eini 2-3 landsliðsmet

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði í kvøld at vinna bronsu á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í finaluni í 50 metra ryggsvimjing svam seg til úrslitið 28.35. Sí úrslitalistan her

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at seta flott føroyskt met í 50 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á Oyggjaleikum 2025 vann silvur við tíðini 22.60. Bartal átti sjálvur føroyska metið á 22.77 frá 4×50 frí stafettini fyrrakvøldið. Sí úrslitalistan her

Alisa Vestergård (2003, SuSvim) megnaði í dag at vinna bronsu á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í finaluni í 100 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 57.43. Sí úrslitalistan her

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna eitt gullheiðursmerki afturat á Oyggjaleikum 2025, tá ið hann í finaluni í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 3:52.44. Isak Brisenfeldt (2006, HS) vann bronsu við tíðini 3:55.50. Sí úrslitalistan her


So er tað síðsti stevnupartur á hesum Oyggjaleikum, frá kl 18 Orkney og føroyska tíð