Orsaka, tað vísir seg at Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti eitt sett av metum afturat á Danish Open 2025, so at hon tilsamans setti seks føroyskt met og seks føroyskt juniormet, hesar fýra dagarnar í Bellahøj.

Orsaka, tað vísir seg at Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti eitt sett av metum afturat á Danish Open 2025, so at hon tilsamans setti seks føroyskt met og seks føroyskt juniormet, hesar fýra dagarnar í Bellahøj.
Rætting 9/4 – har var eitt sett av metum afturat hjá Leu
Danish Open er av á hesum sinni, og gekk tað sera gott hjá føroysku svimjarunum. Tilsamans 9 føroysk met og 7 føroysk juniormet, umframt 1 gullheiðursmerki og 3 bronsuheiðursmerki, hesar fýra dagarnar í Bellahøj, og ein rúgva av persónligum metum.
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) svam seg fyri løtu síðani til risa føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Danish Open vann bronsu við tíðini 2:36.32. Hon átti sjálv metini á 2:38.74, frá í morgun. Sí úrslitalistan her á Swimify
Lea hevur nú sett fimm føroysk met og juniormet á hesi stevnu, í teimum trimum kappingargreinunum sum finnast í bringusvimjing. Eina ferð føroyskt met og juniormet í 50 bringu, 2 ferðir í 100 bringu, og 2 ferðir í 200 bringu.
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at svimja seg til flott føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í A-finaluni á Danish Open 2025 svam seg til bronsuheiðursmerki og tíðina 3:59.21. Sí úrslitalistan her á Swimify
Tey hava fyrrapartin avgreitt síðstu innleiðandi riðlar á Danish Open 2025, og vóru tað her fleiri føroyingar sum kvalifiseraðu seg til finalurnar seinni í dag.
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði aftur í dag at seta flott føroyskt met og juniormet á Danish Open 2025, tá ið hon í innleiðandi riðlunum í 200 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 2:38.74. Hon átti sjálv metini á 2:39.27, frá SuSvim Open í februar mánaða. Sí úrslitalistan her á Swimify
Lea hevur nú sett føroyskt met á øllum trimum bringuteinunum, á hesi stevnu, í 100 bringu enntá tvær ferðir. Tíðin rakk til eitt fimtapláss av 42 luttakandi, og er hon tí víðari til A-finalu seinnapartin.
Líggjas Joensen (2008, Ægir) svam seg fyri løtu síðani víðari til A-finalu á Danish Open 2025, tá ið hann í innleiðandi riðlunum í 400 frí svam seg til úrslitið 4:00.94. Sí úrslitalistan her á Swimify
Aftur í dag gekk væl hjá føroyingum á Danish Open 2025. Isak Brisenfeldt (2006, HS) setti føroyskt met í 200 firvald, Lea O. Højsted (2008, Ægir) føroyskt met og juniormet í 50 bringu, og Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) føroyskt met í 100 frí. Hartil vann Líggjas Joensen (2008, Ægir) gull í 1500 frí.
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði fyri løtu síðani at seta flott føroyskt met í 100 metra frísvimjing á langgeil fyri menn, tá ið hann í C-finaluni á Danish Open 2025 svam seg til úrslitið 51.89. Sí úrslitalistan her
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna gullheiðursmerki á Danish Open 2025, tá ið hann í skjótasta riðli í 1500 metra frísvimjing fyri menn svam seg til úrslitið 15:52.27. Sí úrslitalistan her á Swimify