Nù síggjast úrslitini frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2024 á SwimRankings, har vit millum annað kunnu síggja at Føroyar endaðu sum nr 6 av 9 londum, og at 9 av okkara 11 svimjarum betraðu seg minst éina ferð í onkrari einstaklingagrein, og 20 ferðir tilsamans, umframt at tey standa at hava sett 4 føroysk met og 6 føroysk juniormet.
