Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til EM U23 2025, sum verður í Slovakia frá 26. til 28. juni 2025. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til EM U23 2025, sum verður í Slovakia frá 26. til 28. juni 2025. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.
On October 18 to 20 Faroe Islands Aquatics will host the Nordic Learn to Swim Conference in the capital of Tórshavn. This initiative aims to engage with swim instructors and teachers locally and abroad who want to update their knowledge on how to teach swimming effectively.
Her er innbjóðing til svimjistevnu á Argjum hin 21. september 2024, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar
Svimjisambandið verður hin 18. til 20. oktober vertur fyri norðurlendskari ráðstevnu um svimjifrálæru, í Norðurlandahúsinum umframt Svimjihøllini í Gundadali. Málbólkurin er svimjivenjarar og lærarar í Føroyum og uttanlanda, sum vilja dagføra seg um, hvussu ein best lærir fólk at svimja.
Starvsnevnd SSF hevur sett Sølva Reinert Hansen í starv sum aðalskrivari í Svimjisambandi Føroya, frá 1. september. Uppgávan er at hjálpa at fyriskipa og menna føroyska svimjing, umframt tilhoyrandi virksemi so sum lívbjarging og svimjiførleiki.
Nú svimjingin so smátt byrjar aftur eftir summarfrí, kunnu vit gleðast um at rættiliga nógv er komið uppá pláss í kalendaranum, í øllum førum fram til summarið 2025. Sí ssf.fo/kalendari
Continue reading SSF-kalendarin fyri 2025 komin rættiliga væl uppá plássNú freistin fór í gjár, vóru tey tilsamans fimm sum sendu inn umsókn til Svimjisamband Føroya, til starvið sum aðalskrivari SSF. Nú skal ein setanarbólkur meta um og taka inn til samrøðu, áðrenn starvsnevndin fær raðfesting at kunna velja ímillum.
Sameindu Tjóðir lýstu í 2021 hin 25. juli at verða altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum, sí heimasíðuna her hjá WHO, umframt hesa síða hjá SSF frá átakinum í 2022.
Í ár er boðskapurin serliga, at sekund kunnu bjarga lívi, og at druknifyribyrging byrjar við tær.
European Aquatics kunngjørdi fyri løtu síðani hvar flestu evropeisku meistarastevnur verða í 2025, eftir at vit fyrst í juli fingu dagfestingarnar. EM U23 og EJM verða í Slovakia í juni/juli, meðan EMS og EMS fyri masters verða í Póllandi í desember. Sí len.eu
Svimjisambandið hevur í rættiliga nógv ár havt eina skipan við talgildum oyðibløðum til fráboðan av ymiskum, so sum tá ið svimjarar hava klárað nálatíð, kravtíð ella met, ella tá ið tey skifta felag.
Hesi oyðubløð eru nú savnaði í eitt app, so at tað er vónandi er smidligari at fylla út og senda frá fartelefon eisini. Umframt at gamla skipanin riggar sum vant, á ssf.fo/ambod. Sí leinkið her, ella nýt QR-kotuna niðanfyri.