Ársfundur hjá Nordic Life Saving Group

Norðurlendski lívbjargingarbólkurin avgreiddi sín ársfund í Stocksund nær Stockholm nú týsdagin 24. og mikudagin 25. september 2024, við luttøku av eisini undirritaða forfólki SSF. Tveir góðir men drúgvir, hálvir dagar, nú vit endiliga kundu møtast aftur fysiskt, síðani 2019 og korona frá 2020.

Continue reading Ársfundur hjá Nordic Life Saving Group

Startlisti til Argja-stevnu 21. september 2024

Her eru startlistarnir til Argja-stevnuna sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini á Argjum í dag, leygardagin hin 21. september 2024. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Tíðarætlanin er:

  • Bólkur 1: upphiting 11:45-12:15, kapping 12:15-13:15
  • Bólkur 2: upphiting 13:15-13:45, kapping 13:45-15:00
  • Bólkar 3-4: upphiting 15:00, kapping 15:30-17:55

Continue reading Startlisti til Argja-stevnu 21. september 2024

Líggjas og Jonna til Thy Cup 2024

Hetta vikuskiftið luttaka Líggjas og Jonna Joensen í svimjistevnuni Sparekassen Thy Cup 2024 í Thisted, saman við danska liði sínum Aalborg Svømmeklub. Og tað sær heilt gott út við útlitunum, har Jonna er nær heiðursmerkjum í 200 firvald, og Líggjas í serliga 400 og 800 frí. Sí Swimify

Image courtesy of Gertjan van Noord, CC BY-ND 2.0

Forfólkafundur um ætlanir SSF framyvir

Svimjisambandið skipaði nú leygardagin hin 14. september fyri forfólkafundi, har starvsnevnd og umboð úr øllum okkara sjey feløgum viðgjørdu framtíðarætlanir SSF, umframt at eftirmeta strategi ÍSF. Eitt mál varð tíverri gloymt í rúgvuni, men verður tað so handfarið so-ella-so.

Continue reading Forfólkafundur um ætlanir SSF framyvir