Líggjas 3:58.99 og nýtt føroyskt juniormet í 400 frí

Líggjas Joensen (2008, Ægir) setti nú seinnapartin stórt nýtt føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Vest Junior/Senior Langbane 2026 vann gull við tíðini 3:58.99. Sí úrslitalistan her á Swimify

Líggjas. Sabina Poulsen eigur myndina

Líggjas átti sjálvur føroyska juniormetið á 3:59.21, frá Danish Open í fjør. Líggjas er enn hin triðskjótasti føroyingur nakrantíð í hesi grein, aftanfyri Pál Joensen á 3:46.84 og Óla Mortensen á 3:56.76.

Tíðin er undir væl kravtíðina til EM 2026 í París, sum er 4:02.09 ella 750 AQUA-stig, har úrslitið hjá Líggjasi nú gevur eini 779 AQUA-stig. Hon er neyðturviliga eisini undir kravtíðina til EJM 2026 í München, sum er 4:07.72 ella 700 AQUA-stig.

Tíðin rakk til eitt gullheiðursmerki í juniorkappingini á hesi meistarastevnu, umframt silvurheiðursmerki í seniorkappingini. Kappingin var sera tøtt um gullið í seniorkappingini, har Andreas Hansen úr AGF vann við tíðini 3:58.94.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.