4×100 frí fyri mix ikki longur HM-grein

World Aquatics hevur strikað liðsvimjingina 4×100 frí fyri mix-lið úr HM-skránni, men varðveitir enn 4×100 blandað fyri mix-lið. Nú eru kappingargreinarnar til HM og OL harvið eksakt tær somu, fyri fyrstu ferð síðani ár 2000. Lesið her á NBC Sports og sí dagførdu stevnureglugerðina hjá World Aquatics.

Føroyar nr 29 í 4×100 blandað á HM 2025. Photo courtesy of Honest Media

Føroyskir svimjarar luttóku í báðum hesum greinum á HM 2025 í Singapore, báðu ferð við plasering í topp-32, sum kvalifiserar til Úrval á 2. stigi. Nú er so ein kjansur minni til HM 2027, sum verður í Budapest beint aftaná Oyggjaleikir 2027. Á skránni til EM 2026, eru 4×100 blandað, 4×100 frí og 4×200 frí fyri mix-lið.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.