So er tað RIG 2026

Íslendingar skipa nú í vikuskiftinum fyri Reykjavík International Games 2026, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Sí startlistarnar her á Swimify

Photo by Helgi Halldórsson/Freddi

Føroyska luttøkan sær út til at vera hesi 21:

  • 1 úr Ægir
  • 9 úr Havnar Svimjifelag
  • 11 úr Suðuroyar Svimjifelag

Hartil eru tað svimjarar úr sjálvsagt serliga Íslandi, men eisini úr Danmark, Grønlandi, Skotlandi, Norðurírlandi, Niðurlondum, Litava og India.

Skráin er hendan

  • Fríggjadag 23/1 frá kl 16:00 – Innleiðandi og beinleiðis finalur
  • Leygardag 24/1 frá kl 9:30 – Innleiðandi riðlar
  • Leygardag 24/1 frá kl 17:00 – Finalur
  • Sunnudag 25/1 frá kl 9:30 – Innleiðandi
  • Sunnudag 25/1 frá kl 17:00 – Finalur

Klokkutíðin er tann sama í Íslandi sum í Føroyum

Har verður sum skilst møguleiki at keypa atgongd til stroyming, fyri 2000 ISK

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.