Umboð fyri føroysk feløg og SSF vóru í vikuskiftinum á svimjifrálæruskeiði í Íslandi, at hoyra um nýggja Swim Safe Europe átakið hjá European Aquatics, við tilhoyrandi frálæruskipan. Eini 30 fólk vóru á skeiðnum tilsamans, íroknað 8 føroyingar úr FLOT, Hellufossi, Ægir og SSF.
