Fríggjadagin 26. september var ársfundur hjá Nordic Swimming Federation í Tbilisi í Georgia, sum nú vanligt í sambandi við aðalfundin hjá European Aquatics. Alvi Hjelm og Rókur í Jákupsstovu umboðaðu Svimjisamband Føroya, á hesum fundi har Estland fyri fyrstu ferð fekk forfólkaskapin.

Á skránni til aðalfundin í ár, var út yvir forfólkafrágreiðing og roknskapur, hvussu fæið hjá NSF verður nýtt, umframt uppskot at kunna áseta luttøkugjald eisini til NM í vatnpolo, at tillaga reglugerðina fyri parasvimjing hjá NSF, og at áseta frá nær nýggju limalondini Lettland og Litava kunnu seta norðurlendsk met.
Hartil var umrøða um ymisk aktuell viðurskifti, sum tó í stóran mun vórðu flutt til aftaná formella ársfundin. Tað var sovorðið sum ætlaða flytingin av European Aquatics til Beograd, áhaldandi støðan við Russlandi, og so hetta nýggja og hóttandi ‘Enhanced Games’.
At enda á sjálvum ársfundinum, var forfólkaskifti ið sum kunnugt er uppá rotatión annaðhvørt ár, hesuferð frá Danmark til Estland. Tað er fyrstu ferð at forfólkið er frá einum av baltisku londunum, ið sum kunnugt øll trý nú eru fullgyldugir limir í NSF.